Puigdemont ætlar sær aftur til Spania, hóast hann helst verður handtikin. Tað skrivar Euractiv.
Hóast spanska tjóðartingið fyrr í ár samtykt eina lóg, ið veitti fleiri enn 300 katalanskum loysingarfólkum, sum í árunum 2011-2023 vórðu skuldsett fyri ymisk lógarbrot, grið, so hevur spanski hægsti rættur gjørt av, at hendan lógin ikki geldur Puigdemont, sum í 2017, tá hann var forseti í Katalonia, skipaði fyri eini fólkaatkvøðu um loysing frá Spania. Spanskir myndugleikar góðtóku ikki fólkaatkvøðuna, og sendu løgreglufólk at handtaka fyriskiparnar, sum m.a. vórðu skuldsettir fyri misnýtslu av almennum pengum.
Eini boð um at handtaka fyrrverandi forsetan eru tí framvegis í gildi, og mett verður, at um Puigdemont fer um franskt-spanska markið við Vallespir í Fraklandi, har hann býr, so verður hann helst handtikin.
Kortini boðar Puigdemont frá á X, at hann ætlar sær at ferðast til Spania at taka lut á tingfundinum 9. august, tá sosialisturin Salvador Illa formliga verður innsettur sum nýggjur forseti í Katalonia.
“Eg kann ímynda mær, hvat bíðar eftir mær (handtøka), men eg veit, hvat eg verið noyddur at gera,” skrivar Puigdemont sambært Euractiv, sum “tekur tað sum givið” at hann verður fongslaður í “hvør veit hvussu langa tíð”. Carles Puigdemont er framvegis formaður í høgrahalla katalanska loysingarflokkinum Junts, sum er næststørsti flokkurin í katalanska tinginum, og hann varð vann ein tingsess á valinum til katalanska tingið í mai í ár. Hann hevur seinastu fimm árini havt sæti í Evropaparlamentinum.
Salvador Illa, sum er formaður í sosialistiska flokkinum í Katalonia – sum ikki er ein loysingarflokkur – vann annars sigur á valinum í Katalonia fyrr í ár, men sosialistarnir fingu ikki nóg nógvar tingsessir til sjálvir at skipa stjórn. Tí noyddist sosialistiski flokkurin – sum er systirflokkur hjá spanska sosialistiska flokkinum hjá spanska forsætisráðharranum Pedro Sanchez – at gera eina avtalu við vinstrahalla loysingarflokkin, Esquerra Republicana de Catalunya (ERC), sum afturfyri fekk eina røð av sínum málum í gjøgnum. Millum hesi er, at Katalonia framyvir fær fullan ræðisrætt yvir skattainnkrevjing í regiónini. Við hesum "tekur [Katalonia] avgerandi stig móti fíggjarpolitiskum fullveldi," sum tað eitur.
##med4##
##med3##
Teir sjey tinglimirnir hjá ERC í spanska tjóðartinginum og teir sjey tinglimirnir hjá Junts eru avgerandi atkvøður hjá sponsku stjórnini hjá Pedro Sanchez, sum fyrr í ár gjørdi eina sera umstrídda avtalu við katalonsku tinglimirnar – sum millum annað fevndi um lógina um grið – soleiðis at hann kundi halda fram sum forsætisráðharri.
Marta Rovira, sum er aðalskrivari í ERC, hevur róð fram undir, at flokkur hennara kann taka stuðulin til Salvador Illa aftur, um Puigdemont verður handtikin.