Verður nógv dýrari enn ætlað

Innkomnu tilboðini til samferðsluhavnina í Svínoy eru hálva aðru og hálva fjórðu ferðir dýrari enn kostnaðarmetingin.

Landsverk hevur hildið lisitatión upp á gerð av rampu við meira til samferðsluhavnina á Eiðinum í Svínoy, men innkomnu tilboðini eru nógv dýrari enn væntað.

 

Kostnaðarmetingin hjá Landsverk var áljóðandi um 2,5 milliónir krónur, men bíligara tilboðið av teimum báðum, sum inn komu, var upp á 4,2 milliónir krónur, meðan tað dýrara var á heilar 8,5 milliónir krónur.

 

Tað vóru J&K Petersen, ið høvdu bíligara tilboðið, meðan RTS hevði dýrara tilboðið.

 

Lisitatión hevur eisini verið um leinging av atløgusíðuni á Krambatanga í Øravíkarlíð. Einans eitt tilboð kom inn, frá J&K Petersen, upp á 3,2 milliónir krónur. Játtanin til hesa verkætlanina er 3 milliónir krónur.

 

Landsverk fer nú at gjøgnumganga tilboðini og taka støðu til, hvat skal gerast.