Karismatiski venjarin, José Mourinho, sum seinasta kappingarár vann Premier League við Chelsea, varð stutt undan jólum koyrdur til hús í London felagnum. Orsøkin var, at byrjanin upp á kappingarárið hjá Chelsea als ikki hevði verið nøktandi, tí felagið lá stutt omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Men José Mourinho lovar nú, at hann komandi summar aftur verður klárur við nýggjum venjarastarvi. Í samrøðu við portugisiska blaðið O’Jogo sigur hann:
- Eg tori næstan at siga við fullari vissu, at eg í summar aftur havi eitt venjarastarv. Eg havi fingið nøkur góð tilboð.
- Tað ræður um at hugsa seg væl um og taka eina rætta avgerð, har tú kanst gera mun. Tá kappingarárið er liðugt, fáa øll at vita, hvat fyri felag ið eg skal venja komandi kappingarár.
Tað verður mett í Onglandi, at José Mourinho eftir summarsteðgin tekur yvir eftir Louis van Gaal í Manchester United. Hetta er tó ikki er váttað og vist heldur.