Verjið náttúruna í Sandoynni – okkara Amasonas

– Tað hoyrast leysasøgur um ætlanirnar at leggja ein tvísporaðan veg eystanfyri Sandsvatn.

Tað skriva Føroya Náttúru og Umhvørvisverndarfelag og Føroya Fuglafrøðifelag.

 

– Hetta er ringasta loysnin av øllum, siga Silas Olofson og onnur náttúruserkøn.

- Tað finst ein serstakliga góð loysn sum verjir náttúruna í Sandoynni. Vit vilja tí staðiliga mæla til, at Tunnilsfelagið velur ta loysnina, sigur Silas Olofson vegna Føroya Fuglafrøðifelag.

Í annaðkvøld, mánakvøldið 8. desember, hevur Silas framløguna "Verjið náttúruna í Sandoynni - okkara Amasonas!" har hann greiðir frá, hví tað er so týðandi, at vit varðveita serstøku náttúruna í Sandoynni.

 

  • Mánakvøldið 8. des 2025 kl 19.00
  • Mørkin Mikla 3, Sandur
  • Framløgan verður stroymd

 

Fyriskiparar eru Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag, Føroya Fuglafrøðifelag, Hagafelagið og Veltan