Verjin hjá Breivik ivaðist

Anders Behring Breivik hevur fingið ein verja, men Geir Lippestad ivaðist í, um hann skuldi taka uppgávuna á seg.

Geir Lippestad er limur í norska Arbeiðaraflokkinum, og hann hevur verið virkin í eini nevnd í flokkinum fram til í fjør. Men hóast hetta hevur hann átikið sær uppgávuna at verja Anders Behring Breivik, sum stóð aftanfyri álopini, ið higartil hava kostað 93 fólkum lívið.

- Eg ivaðist í, um eg skuldi taka uppgávuna, og eg mátti tosa við familjuna um tað fyrst. Men prinsippið í okkara rættarskipan er, at øll hava rætt til ein verja, sigur Geir Lippestad.

Verjin hjá Breivik hevur longu fingið nógv hatursboð frá fólki, tí hann er blivin verji hjá honum.

Sambært verjanuum viðurkennir Anders Behring Breivik tað, sum hann hevur gjørt, men hann heldur ikki, at hann skal revsast fyri tað, tí tað var ein neyðug samfelagsgerð, sum hann framdi.