Fótbóltur
Sum oddalið er EB/Streymur sjálvskrivaður favorittur, tá teir sunnudagin taka ímóti ÍF. Men tað kann væl vera, at talan verður um eitt skert oddalið, sum fer á vøllin.
Seinastu vikurnar hevur miðverjan verið mannað við Marna Djurhuus og Sorin Anghel, sum hava riggað framúr. Sorin noyddist tó skaddur av vøllinum, tá EB/Streymur um hvítusunnuna vann á B71, og tað er ivasamt, um hann er til reiðar at spæla um vikuskiftið.
Møguleiki er tó fyri, at Egil á Bø nú aftur er tøkur, eftir at hann hevur verið skaddur, men tað er ikki heilt víst. Ein annar spælari, sum eisini hevur verið nýttur í miðverjuni, er Fróði Clementsen, men hann hevur drigist við skaða í lærkrikanum, og er tí ivasamur.
Hinvegin eru eisini positivir trupulleikar hjá Sigfríði Clementsen at hugsa um, tí ungverski Marcel er nú aftur á klettunum, eftir at hann hevur verið burturstaddur av persónligum ávum.
Uttan Bartal
Hjá ÍF hevur prátið seinastu vikurnar snarað um leikbannið, sum Bartal Eliasen fekk frá Kappingarnevndini í FSF.
Tað ber við sær, at sterki miðverjin – sum eisini kann gera um seg í álopinum – ikki er við hópinum á Streymnesi. Í Fuglafirði óttaðust tey eisini, at Balasz Sinko fór at fáa tveir daga leikbann fyri sítt reyða kort í nógv umrødda dystinum móti NSÍ, men tað gjørdist talan ikki um, og tí er hann tøkur, eftir at hann og Alexander Jovevic sótu leikbann av sær, tá ÍF vann á B71.