Lagt var upp til eitt ordans brak í ítróttarhøllini í Runavík leygardagin, tá Tjaldur tók ímóti Stjørnuni. Hesi bæði liðini hava verið tey bestu seinnu árini, og serliga ráddi um hjá Tjaldri at fáa nakað burturúr, so liðið ikki skuldi detta niðurímillum í oddastríðnum, har Neistin eisini blandar seg væl og virðiliga.
At hesin dysturin fyrst og fremst kom at verða avgjørdur av, hvat av liðunum hevði ta stinnaru verjuna, vísti seg beinanvegin. So væl hildu tey fast, at tá átta minuttir vóru farnir, høvdu tey bara fingið eitt mál í part. Talan var bæði um gott málmansspæl og verjuspæl sum heild, ið forðaði fyri, at mál komu burtur úr dúgligu atsóknunum.
Men síðsta triðingin av fyrra hálvleiki sá Tjaldur út til at fara avstað. Adina Petrea fekk fýra mál á rað, og ta einu løtuna var støðan 11-7 til heimaliðið. Kortini skuldi meira til at koppa Stjørnuni, sum undan steðginum fekk minkað munin niður í eitt mál.
Meiriluti gav lítið
Seinni hálvleikur helt fram upp á sama máta, men ta einu løtuna sá út til, at Stjørnan fekk fatur í rætta endanum. Í fyrsta lagi sá út til at rigga væl, at Bára Skaale Klakstein mansvardi Adinu, umframt at Tjaldur løtu seinni sá út til at hava tveitt alt fyri borð, tá liðið brádliga fekk tríggjar útvísingar innan fyri ein minutt.
Men kortini fekk Stjørnan ov lítið burturúr meirilutastøðuni. Tað eydnaðist at skorað trý mál, men hóast fámentar, fingu tær hjá Tjaldri vart væl, og ikki minst hjálpti Guðrun í Lágabø væl til, tá hon í málinum hevði serliga tvær meistarligar bjargingar, ið hálvavegna tóku pippið frá klaksvíkskvinnum.
Og tá Tjaldur aftur hevði fulla manning, fall svarið beinanvegin, tí eftir lítlari løtu varð dysturin avgjørdur við trimum málum í tveir minuttir, og Stjørnu-manningin hevði einki hóskandi aftursvar, men royndi við einstaklingaavrikum til fánýtis at fáa vent tapinum til stig.
Trý lið um boðið
Meginpartin av tíðin var talan sostatt um ein tættan dyst, har verjuspælið hevði nógv at siga. Men eisini í álopsspælinum vísti Tjaldur seg at hava fleiri streingir at spæla uppá, hóast Cornelia Rimbu sat uttanfyri, tí hon hevði fingið reytt kort í dystinum frammanundan.
– Eg haldi, at munurin í dag var tann, at vit góvu tey 10 prosentini eyka, vit høvdu lovað okkum sjálvum áðrenn. Eitt av okkara fokusumráðum var at vinna dystin í verjuni, og tað var eisini í verjuni, at vit vunnu í dag, segði venjarin hjá Tjaldri, Trygvi Mortensen, tá vit hittu hann eftir loknan dyst.
Av tí at Neistin leygardagin vann grannauppgerðina ímóti Kyndli, er kappingin sera tøtt millum trý tey fremstu í Sunset-kappingini, har Stjørnan framvegis er á odda við 20 stigum, men nú bara er eitt stig framman fyri Tjaldur og Neistan, ið av álvara bjóða av.
– Alt bendir á, at tað verða hesi trý liðini – Stjørnan, Tjaldur og Neistin – ið skulu kappast um tey bæði finaluplássini. Hetta verður eitt »close race«, sum onglendingar siga, staðfesti Trygvi Mortensen.