Verk av Williami framført í Íslandi

Nicolaos Kapnas, tónleikaúrmælingur spældi stykki eftir William Heinesen

Bogi Lützen
?????????
Í síðstu viku, 2. til 5. juni, varð ein Bratsjfestival hildin í Reykjavík, XXIII internationala Violakongressin. Stevnan verður hildin árliga í skiftandi londum, og hesu ferð høvdu íslendingar tikið uppgávuna upp á seg.
Tað, sum er áhugavert fyri okkum í Føroyum, er at eitt verk hjá William Heinesen varð framført á hesi stevnu.
Tónleikaáhugaði munnu kenna Kingo variatiónirnar, sum William Heinesen skrivaði einaferð í fimmtiárunum. Verkið hevur verið framført nakrar fáar ferðir í Føroyum. Oftast hava tað verið danskir tónleikarar, ið hava spælt, og tað er eisini tøkt í endurgávu Kim Sjøgrens á LP plátu, TUTL hevur givið út við føroyskum sangi og kamartónleiki. Vert er at hefta seg við, at hetta er fyrsta útgáva av klassiskum tónleiki frá forlagnum TUTL.
Føroyskir bratsjleikarar hava tó eisini verið inni í myndini. Til dømis spældi Jens Smith verkið í 1990. Ein annar, sum hevur tikið verkið til sín, er Nikolaos Kapnas, og tað munnu vera nógv, ið eru hugtikin av hansara framførslu, sum helst er tann mest gjøgnumførda.
Fyri at gera verkið kent millum bratsjleikarar úti í heimi, setti Nikolaos sær fyri at framføra verkið á violukongressini í ár, og tað varð sett á skránna fríggjadagin 3. juni, saman við einari røð av øðrum norrønum bratsjtónleiki, framførdum av øðrum luttakarum, og fyri at siga sum er, so var hann einasti tónleikari hendan morgun, ið var framkallaður tvær ferðir, sjálvt um allar hinar framførslurnar eisini vóru hjartaliga fagnaðar. Nógvir luttakarar settu seg í samband við hann, og spurningurin um hvussu verkið fæst var ofta á lofti hesar dagarnar.
Verkið er í løtuni bert tøkt í fotokopi av upprunaliga handritinum, ella avritum av hesum, við smábroytingum, av teimum tónleikarum, sum gjøgnum árini hava framført tað. Tí verður ein kritisk útgáva fyrireikað í løtuni, og er tað hugaligt hjá teimum, ið gera hetta arbeiði, at áhugin er so eyðsýndur.
Størstu løturnar á hesi stevnu við konsertum, fyrilestrum og masterclass, vóru tó konsertirnar hóskvøldið í Háskúlabio, og leygarkvøldið í høllini hjá musikskúlanum í Kópavogi. Á fyrru konsertini spældi Sinfoniuljómsveit Íslands undir leiðslu av Yuri Bashmet verk eftir Britten, Shostakovitj, Hofstetter og Schubert, meðan seinna, har norðmaðurin Lars Anders Tomter var solistur, var eitt sonatukvøld við verkum eftir Robert Schumann, Henri Vieuxtemps, Isang Yun, Bjarne Brustad og Cesar Franck. Bashmet og Tomter hoyra so avgjørt til verðinselituna á hesum ljóðføri, vóru eisini at síggja til hvør sín Masterclass, har teir løgdu yngri leikarum lag á.
Íslendarar høvdu sjálvsagt lagt doyðin á, at vísa tað besta teir megna á hesum øki, teirra frægastu leikarar vóru at hoyra, og uttan úr heimi høvdu teir fingið slíkar úrmælingar sum Svavu Bernharðsdóttir, ið virkar í Ljubljana í Slovenia, og Hafliði Hallgrímsson ið er virkin í Stóra Bretlandi. Fyrra hevði eina styttri konsert í Landsbókasavninum í Hverfisgøtu, sum var miðdepil fyri stevnuni, meðan seinni hevði skrivað eitt verk til eina dugnaliga gentu, ið er bratsjspælari á fyrsta pulti í Sinfoniuljómsveit Íslands, Thórunn Øsk Marinósdóttir. Tað verður ov nógv at nema við alt, ið hendi á hesi væleydnaðu stevnu men Ìslendingum líkt, blíðir eru teir jú, fingu luttakararnir eisini eina ferð til kendastu ferðamál í Íslandi, Tingvellir, Geysir, Gullfoss og Skálhólt.