- Herfyri komu 12 modul til verkætlanina, sum Rasmus Rasmussen er í holt við á Sandi. Hetta er á økinum, har gamli verkstaðsbygningurin er tikin niður.
Soleiðis verður skrivað á Facebook-vanganum hjá Sands kommunu í dag.
- Alt grundøkið er útgrivið, og ein partur er planeraður, harav parturin, har modulini nú standa, er fínplaneraður. Tað tók nakrar dagar at fáa allar luteindirnar - ella modulini - suður.
Rasmus Rasmussen sigur við Facebook-vangan hjá Sands kommunu, at luteindirnar, sum eru komnar, eru kafeteria-bygningurin og hæddin, sum verður sett omaná og sum skal verða karmur um íbúðirnar í ovaru hæddini.
Soleiðis verður hetta ein bygningur í tveimum hæddum.
- Modulini skulu setast upp, soleiðis at seks luteindir verða í niðaru hæddini og seks í ovaru. Tað merkir, sigur hann, at hvør hæddin verður á umleið 300 fermetrar.
Hann vísir á, at fundamentið til henda partin av verkætlanini verður stoypt ein av komandi døgunum, og seinni verða so luteindirnar settar upp á pláss.
- Modulini, sum er bygd í Svøríki, eru ikki innrættað, og tey verða innrættað eftir tørvi - alt eftir, hvussu vit ynskja, at innrættingin skal verða.
Rasmus Rasmussen sigur, at sambært tekningum, sum fyriliggja, verða fýra íbúðir í ovaru hæddini á umleið 89 fermetrar hvør íbúðin, men endalig støða er ikki tikin til hetta enn.
- Vit hava heldur ikki tikið endaliga støðu til, um hetta verða íbúðir til frítíðarleigu - ella sum permanentir bústaðir. Tað fara vit at taka støðu til seinni, sigur hann.
Eigarin av verkætlanini á Sandi hevur áður sagt, at kafeteria-parturin skal standa liðugur til summarið, og at íbúðirnar í erva verða lidnar seinni í ár.
Samlaða verkætlanin fevnir eisini um einar seks til átta smáttur uppi í útsynningshorninum á grundstykkinum, og í útnyrðingshorninum verður ein bygningur til veteranbilar.