Tíðindaskriv, Verkafólk:
Verkafólk merkja enn sviðan av høga prísvøkstrinum seinastu árini, og hóast Búskaparráðið og Johnny í Grótinum vísa á, at prísvøksturin seinastu árini er vunnin aftur, er hetta ikki í tráð við veruligu støðuna hjá verkafólki flest.
Feløgini í Verkafólk undrast stórliga á útsagnirnar hjá formanninum í búskaparráðnum um, at keypiorkan er vunnin aftur, tí hetta er lang frá livda veruleikanum hjá Verkafólki.
“Veruleikin hjá nógvum okkara limum er, at prísurin fyri bústaðin og mat er somikið nógv hækkaður seinastu 5 árini, at vit hava tørv á einum uppaftur størri lønarlyfti enn seinast fyri at halda stand. Vit síggja, at hjá teimum, sum hava egin hús, eru prísirnir og rentan nógv hækkaðir og hjá teimum sum leiga, er leiguprísirni farnir ógvuliga langt upp seinstu 5 árini”, sigur Elin K. Sørensen, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.
##med2##











