Verkfall
Nú er eisini vandi fyri, at bæði Smyril og hini skipini hjá Strandferðsluni verða løgd.
Endar semingsfundurin í gjár úrslitaleysur, er tað í hvussu so er ein spurningur, sum arbeiðarafeløgini í verkfalli fara at umrøða.
Men fakfeløgini leggja dent á, at endar tað við, at skipini verða løgd, er tað Oljufelagið Shell, sum hevur skyldina.
? Vit hava givið Skipunum hjá Strandferðsluni undantaksloyvi at fáa olju. Tað er Shell, sum koyrir olju til skipini. Men tað vísir seg tíverri, at Shell misbrúkar hetta undantaksloyvi upp á tað grovasta, siga Bæði Ingeborg Vinther í Føroya Arbeiðarafelag og Hans Joensen í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Tey bæði siga, at tá ið Shell skuldi koyra olju umborð á Smyril mikudagin, gjørdi oljufelagið ikki mætari enn at smuggla tangabilar við bensini út av oljugoymsluni samstundis.
Hetta førdi við sær, at bensin var at fáa á støðunum í Norðstreymoy mikudagin.
Tey siga, at akkurát tað sama er hent hjá Shell í Suðuroy.
Misbrúka vælvildina
Ingeborg Vinther og Hans Joensen harmast um, at Shell hevur gjørt av misbrúka vælvildina hjá fakfeløgunum, sum tey málbera seg.
Men tey siga eisini, at hetta er eitt mál, sum tey noyðast at taka upp.
Og spyrst onki burturúr semingsfundinum í gjár, kann avleiðingin verða, at harðari tiltøk verða sett í verk.
? Ein avleiðing av hesum kann verða, at vit heilt fara at forða fyri at bilar sleppa av goymslunum hjá Shell yvirhøvur, siga teir báðir fakfelagsformenninir.
Og tað fer sjálvsagt at føra til, at skipini hjá Strandferðsluni verða løgd, so hvørt, sum oljan gongur undan.
Hetta harmast tey bæði stórliga um, tí tey siga, at Strandferðslan hevur hildið avtaluna við fakfeløgini út í æsir.
?Men endar tað við, at Stranndferðslan verður løgd av oljutroti, er tað Shell, sum hevur skyldina. Hevði Shell hildið avtaluna við arbeiðarafeløgini, var ongin vandi á ferð. Men teir kundu ikki halda sær at misbrúka okkara vælvild og tað mugu vit taka upp, siga tey bæði.
? Hetta er forkastiligt og eg vóni at allir limir í fakfeløgunum, sum eru viðskiftafólk hjá Shell, fara at minnast Shell hetta aftur, tá ið verkfallið er liðugt, sigur IngeborgVinther.
Gera onki ólógligt
Hákun Djurhuus, stjóri á Shell, er ikki samdur við arbeiðarafeløgini.
?Tey starvsfólk hjá okum, sum eru í arbeiðarafeløgunum, eru í verkfalli og tey gera gera onki, sum arbeiðarfeløgini ikki hava góðtikið.
Men tað eru nakrir bilførarar á tangabilum, sum eru sjálvstøðugt vinnurekandi og teimum ber ikki til at nokta at koyra.
? Hetta hevur onki við verkfallið at gera og tað er ólógligt at steðga teimum.
?Tað eru ikki vit, sum hava fingið undantaksloyvi. Tað er Smyril, sum hevur fingið undantaksloyvi og vit røkta tey viðskiftafólk, vit hava. Og at nokta sjálvstøðugt vinnurekandi at útinna tað arbeiðið, tey eru von at gera, kunnu vit ikki, tí tað er ólógligt og lógloysi kunnu vit ikki hava, sigur Stjórin í Shell.
Hann væntar ikki, at hetta fer at føra til, at viðskiftafólk fara at boykotta Shell eftir verkfallið.
? Vit bera okkum rætt at ímóti teimum, sum eru í verkfalli. Boykotta verkafeløgini okum, boykotta tey eisini sínar egnu limir.
? Tað er ongin at boykotta Shell, tí tað er ongin munur á teimum báðum oljufeløgunum, tí eisini Statoil hevur koyrt, har talan er um shjálvstøðugt vinnurekandi.
Og tað váttar Niels Juul Nattestad, stjóri á Statoil. Hann sigur, at tey kunnu ikki nokta teimum bilførarum, sum eru sjálvstøðugt vinnurekandi, at koyra olju, sum teir eru vanir.
MYND AV VERKFALSVAKTUM
Verkfalsvaktir uttanfyri hjá Shell í gjáramorgunin. Arbeiðarafeløgini siga, at Shell misbrúkar vælvildina hjá feløgunum í verkfalli og tað kann føra til at ongin olja yvirhøvur sleppur av goymsluni og so liggur Smyril