Eitt fráboðað stórverkfall millum franskar flogleiðarar fær avleiðingar fyri flogferðsluna í Evropa næsta samdøgrið.
Hetta veit eitt nú norska kringvarpið - NRK - at siga í morgun.
Sagt verður, at fleiri flogfør til og úr Oslo Lufthavn eru avlýst í morgun, sambært einum yvirliti hjá Avinor.
Flogleiðarar í Fraklandi krevja betri arbeiðsviðurskifti, og teir fara í verkfall av misnøgd við leiðsluna.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at verkfallið fær ávirkan á flogferðsluna í øllum Evropa.
Sambært ætlanini hjá fronsku flogleiðarunum fer verkfallið - ella arbeiðssteðgurin - at vara í 24 tímar.
- Øll flogfør, sum flúgva í fronskum loftrúmi verða ávirkað av arbeiðssteðginum - eisini flogfør, sum ikki skulu lenda í Fraklandi, verður sagt.