Verkfall órógvar flogvøllin í Billund

Seinkingar eru á flogvøllinum í Billund í dag

Seinkingar eru í flogferðsluni í Billund í dag, tí starvsfólk, ið fáast við viðføri, eru farin á fakligan fund, eftir at lønarsamráðingar við leiðsluna hava rent seg fastar. Virksemið á flogvøllinum heldur fram, men seinkingar eru á fleiri fráferðum.

- Vit hava í løtuni samráðingar við fleiri fakbólkar á flogvøllinum, og tað hevur viðført arbeiðssteðg í dag, og tað harmast vit, sigur Kjeld Zacho Jørgensen, stjóri á flogvøllinum í Billund, við TV Syd.

Enn er óvist, nær starvsfólkini fara aftur til arbeiðis, og tí heitir flogvøllurin á ferðandi um at hava tol, tí seinkingar verða, meðan starvsfólk hava arbeiðssteðg.

Billund er ein av flogvøllunum, sum Atlantic Airways brúkar í Danmark. Einki flogfar hjá Atlantis skal tó til ella úr Billund í dag, men í morgin er aftur flogsamband millum Vágar og Billund. Tað er ikki vist, at arbeiðssteðgurin á flogvøllinum verður so drúgvur, at hann órógvar flogferðsluna í morgin.