verkfall
Vanliga hevur tað verið at fegnast um hjá landsliðsvenjarunum, tá føroyskir leikarar hava leitað uttanlands í fótbóltsørindum. Hetta hevur ofta borið við sær venjing og dystir á hægri støði, soleiðis at leikararnir eru enn betri fyri, tá landsdystir standa á skránni.
Tað er einki at ivast í, at landsliðsvenjararnir fegnir vilja hava, at enn fleiri leikarar skulu vinna seg út um landoddarnar, men júst nú kundu teir tó helst hugsað sær støðuna nakað øðrvísi. Verkfallið hjá danska leikarafelagnum hevur nevnliga við sær, at fleiri av føroysku leikarunum, sum vanliga gera um seg í Danmark, nú als onga venjing fáa.
Todi Jónsson er tann føroyingurin, sum hevur verið longst í donskum fótbólti, og hann er limur í danska leikarafelagnum. Tað vil siga, at hann er í verkfalli, og tí ikki fær aðra venjing enn tað, sum hann sjálvur leggur upp til. Og hóast Todi verður roknaður sum ein sera seriøsur ítróttarmaður, so verður tað ongantíð meira enn næstbest, tá venjingin er avmarkað til rennitúrar.
Verkbann
Eitt er, at danska leikarafelagið er farið í verkfall. Sum tiltak mótvegis hesum hevur DBU gjørt av, at seta verkbann í gildi, soleiðis at hóast tað ivaleyst hevði borið til hjá flestu feløgum at sent lið við eykaleikarum, útlendingunum og unglingum á vøllin, so ber hetta ikki til. Hetta tí allir dystir eru tiknir av skránni, so leingi verkfallið stendur við.
Ivaleyst hevur DBU gjørt hetta, soleiðis at trýst kann leggjast á leikararnar. Bæði tí áskoðararnir sjálvandi vilja síggja fótbólt á vallunum, men ikki minst tí hetta kemur illa við hjá londum, sum hava landsliðsleikarar í bestu donsku deildin.
Millum hesi lond teljast eisini Føroyar, har vit umframt Toda Jónsson hava fýra aðrar landsliðsleikarar í donskum fótbólti.
Jón Rói Jacobsen er ikki limur í danska leikarafelagnum, men tá hann fór til Danmark hósdagin, visti hann ikki, hvussu fór at verða við venjingini.
- Vit eru nokk bara tríggir leikarar, sum ikki eru í leikarafelagnum. Sjálvandi er tað okkara arbeiði at venja, men við trimum monnum gevur tað lítla meining, so eg má fara at spyrja Ebbe Skovdahl, hvussu vit gera.
Heldur ikki føroysku leikararnir í Fremad Amager eru í danska leikarafelagnum. Her er talan eisini um fleiri leikarar, sum ikki eru í verkfalli, og tí ber til at hava hampuliga skipaðar venjingar. Hinvegin er talan framvegis ikki um dystarvenjing, og tað er í øllum førum eitt bakkast fyri okkara vónir undan dystinum í Sveis.
Stendur í botni
Og tað røkist einki fyri, at tað gongur nakran veg at loysa knútin í samráðingunum. Seinasta samráðingarumfarið flutti hvørgan av pørtunum tað allar minsta, og í løtuni verður tosað um, at Mads Øland, sum umboðar leikararnar í málinum, fer at trekkja seg úr samráðingarbólkinum, soleiðis at aðrar kreftir kunnu koma til. Enn er tó eingin nýggjur fundur ásettur, og tað eru fleiri, sum bera ótta fyri, at talan verður um drúgt verkfall, sum fer at leggja alt kappingarárið í sor.