Verkfallið: - Nú er nóg mikið

Løgmaður fekk um vikuskiftið fleiri skriv frá limum í Føroya Pedagogfelag, har teir vísa sína ónøgd við støðuna og heita á løgmann um gera sína ávirkan galdandi. Og hesi hava gjørt sitt til, at løgmaður í kvøld kom við eini fráboðan fyri løtu síðani:

- Eg harmist almikið um truplu støðuna, alt samfelagið er komið í vegna verkfallið. Eg skilji væl, at limirnir í Føroya Pedagogfelag og foreldur eru frustrerað av fastlæstu støðuni, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Hann vísir á, at limirnir í Pedagogfelagnum gera eitt megnar og týdningarmikið arbeiði. Men, sum hann eisini tekur til: - Vit mugu tó virða frælsa samráðingarrættin, sum er grundarlagið undir arbeiðsmarknaðinum. Tað er og má vera arbeiðsmarknaðurin, sum ásetur lønarlagið, og tí eru tað partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum skulu koma ásamt um viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum.

- Men henda ósemjan má fáa ein enda. Vit hava umrøtt málið í landsstýrinum, og vit vilja hava eina loysn. Neyðugt er við munadyggum samráðingum. Eg heiti tí á samráðingarpartarnar um at fara aftur til samráðingarborðið. Tað eigur at bera til at fáa eina nýggja avtalu í lag.

- Ongin kann liva við hesi fastlæstu støðuni í longri tíð afturat, sigur altso løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen: