Verkfallið: Nú má nakað henda

Hetta kann ikki ganga leingi afturat, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum

Nú má okkurt henda. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Seinnapartin í gjár gjørdi leiðslan á Landssjúkrahúsinum honum greitt, at tey kunnu ikki longur svara fyri trygdini á Landssjúkrahúsinum og tey boðini hevur hann latið víðari til løgmann og landsstýrismannin í fíggjarmálum.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at landsstýrið hevur ikki viðgjørt spurningin enn, men hann hann minnir á, at løgmaður hevur staðiliga heitt á partarnar um at seta seg við samráðingarborðið aftur.

Tá ið ein slík áheitan kemur frá sjálvum løgmanni, eiga partarnir at taka hana í álvara, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum.

Hann sigur, at tey gera tað, sum stenur í teirra makt, at fáa nokk av sjúkrarøktarfrøðingum til at trygdin kann forsvarast. Og hann sigur, at nøkur undantøk eru givin, í hvussu so er til seinnapartin í morgin.

Men eftir áheitanina frá løgmanni, vónar hann at partarnir setast við samráðingarborðið. Nú bíðar hann eftir, hvat fer at henda. Men nakra politiska uppílegging vil hann ikki tosa um, tí hann sigur, at tað liggur í hondum á løgmanni og landsstýrismanninum í fíggjarmálum, men teir hava báðir verið upptiknir í morgun.