Føroya Pedagogfelag er farið í verkfall, tí felagið vildi ikki góðtaka eina lønarhækking á 220 krónur um mánaðin. Men fyri kommunukassan hjá Tórshavnar kommunu er hetta langt frá nøkur vanlukka.
Sambært Heðini Mortensen, borgarstjóra, er talið av pedagogum í verkfalli í kommununi eitt stað millum 600 og 700. Brúka vit hægra talið merkir hetta eina økta lønarútreiðslu fyri kommununa á 154.000 krónur um mánaðin, ella 1,848 milliónir upp á ársbasis.
Samstundis upplýsir borgarstjórin í Havn, at verkfallið merkir eina minni útreiðslu hjá kommununi upp á millum 350.000 og 400.000 krónur um dagin.
Tað merkir, at Føroya Pedagogfelag bert skal verða í verkfalli í eina viku fyri at hava brúkt lønarhækkingina fyri eitt heilt ár.
Nú er tað kortini ikki vist, at tað fer at merkjast so væl fyri limirnar, tí roknast má við, at Pedagogfelagið fer at gjalda sínum limum úr verkfalskassanum.
Men, sum enska orðafelli sigur, »Something’s got to Give«, og uttan mun til, um tað verður felagið ella limirnir, sum skulu standa við fíggjarliga smeitinum, hevur Tórshavnar kommuna saktans ráð til eina lønarhækking.
Tað tekur nevnilga bert ein fyrrapart at spara inn aftur uppskotnu lønarhækkingina á 220 krónur um mánaðin.
- Sjálvandi verða ávísar útreiðslur, sum vit ikki sleppa undan hóast verkfall er. Eitt nú skulu stovnarnir haldast heitir og umsjónarfólk eru til arbeiðis, men tað er ein sannroynd, at kommunukassin sparir millum 350.000 og 400.000 krónur í minni lønarútreiðslum um dagin so leingi, verkfallið varar, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.