Verkfallið í Kastrup er av

Verkfallið, sum hevur verið á flogvøllinum í Kastrup í morgun, er nú av.

 

Klokkan seks í morgun danska tíð fóru trygdarfólkini á flogvøllinum í verkfall, og tað elvdi til miklan ruðuleika á flogvøllinum.

 

Myndugleikarnir í Kastrup mæltu ferðafólkunum til ikki at koma á flogvøllin, men ferðafólk hjá Atlantsflog skuldu fara á flogvøllin sum vanligt.

 

Men nú eru trygdarfólkini farin aftur til arbeiðis í Kastrup, og sostatt gongur alt fyri seg sum vanligt á flogvøllinum.

 

Síggi fleiri myndir í myndasavninum VIÐ AT TRÝSTA HER