Ikki nýtt fyribrigdi - men nýtt evni!
Íverksetan er ikki eitt nýtt fyribrigdi, men ein nýtt evni, sum allir næmingar skulu arbeiða við. Tann stóri spurningurin er, hvussu vit seta sjøtul á hetta arbeiði.
Íverksetarahúsið hevur í nøkur ár arbeitt við hesum og gjørt royndir, lagt fólki lag á og ikki minst næmingum í miðnámsskúlunum, sum arbeiða við ungum virki og Bussiness Game.
Tað er at fegnast um, at eitt skipað samstarv nú verður fingið í lag við Íverksetarahúsið, sum kann hjálpa til at veita skúlunum íblástur og fakliga vegleiðing í hesum arbeiði.
At ganga nýggjar leiðir, skapa nýtt úr gomlum, finna góð hugskot, menna tey sum vøru, tænastu ella annan áhugaverdan ágóða, eru stóru avbjóðingarnar. Og at duga og kanska serliga at tora hetta kynstur at vera stigtakari og slóðari, er ein ómetaligur góður førningur hjá børnum og ungdómi okkara at byggja á, bæði í útbúgving og arbeiði.
Vit hava skyldu til at geva teimum henda førning. Tí vit kenna ikki tær avbjóðingar ella tað samfelag, sum vit skulu menna okkara børn og ungdóm til at taka ábyrgd av um nøkur ár.
Íverksetan og nýggjar námsætlanir
Í arbeiðinum við teimum nýggju námsætlanunum hava vit lagt stóran dent á, at støðisførleikarnir “at samskifta”, “at kanna”, at skapa” og “at virða” skulu mennast í øllum lærugreinum. Hetta eru førleikar, sum skulu eggja til forvitni hjá næmingunum, menna teirra skapandi evni og stimbra teirra hug og dirvi at menna síni egnu hugskot og leita sær ráð og vitan at ganga nýggjar leiðir, eins og førleikan at hugsa nýtt í víðastu merking.
Stutt sagt er tað nú avgjørt, at íverksetan sum førleiki skal inn í allar lærugreinir. Við hesi avtalu tryggja vit neyðugar førleikar at røkka á mál.
Faroe-topia
Í vikuni sum fór vóru 400 næmingar á “Innovation Camp” í Klaksvík, og har varð arbeitt av lívsins kreftum. Hetta eru næmingar sum luttaka í skúla-FM í íverksetan. Beint eftir summarfrítíðina vóru lærarar á tvey-daga íverksetaraskeiði, eisini í Klaksvík. So her grør um gangandi fót. Og tað hava vit av sonnum brúk fyri.
Í fjør vunnu næmingar á Eysturskúlanum tílíka kapping. Tey høvdu stovnað eina hugsaða ferðavinnufyritøku undir heitinum Faroe-topia, og hugskot teirra var stak gott. Í hesum navni Faroe-topia liggur harafturat allur boðskapuin fjaldur – Føroyar sum eitt nýtt utopia, eitt land við framburði og trivnaði fyri øll.
Eg eri ómetaliga spent at síggja úrslitini frá eftirmetingunum, tá ið FM-kappingin í íverksetan er liðug í februar næsta ár.