Íverksetarahúsið, Samvit og Vinnumálastýrið

Latið fyrsta íverksetarahúsið sleppa at fóta sær, áðrenn farið verður víðari. Ikki er neyðugt, fyri tað um onkur ger eitt, at øll gera tað sama. Havið Svartkjaftaflotan í klárum minni

Tá eg sum landsstýrismaður í økismenning í 2004 setti hol á møguleikarnar fyri einum íverksetarahúsi í Føroyum, var hetta ein partur av Suðuroyarætlanini.

Fyri at fáa loyst upp fyri einum átaki, setti eg meg í samband við Íverksetarahúsið í Herning, sum var hildið at vera besta boðið í Danmark.

Ein fundur var við teir, har vit avgjørdu, at lunnar kundu leggjast undir at fáa samstarv við teir, t.v.s. Birk Estate og íverksetaraframtak í Føroyum.

Tá eg fór úr landsstýrinum og var formaður í Vinnulívsráðnum í Klaksvík, tók eg hugsskotið og samband við Íverksetarahúsið í Herning við mær og bað um fund við Klaksvíkar Kommunu og seinni roynd vinnulívsfólk í Klaksvík, fyri at fáa sett hetta upp.

Rani Nolsøe, býráðslimur og eg fóru so á ein fund við Íverksetarhúsið í Herning, og løgdu síðani eina ætlan við at fáa ein túr við vinnulívsfólkum úr Føroyum saman við umboði fyri vinnumálastýrið

Út frá hesum fór Rani Nolsøe til verka við dyggum fíggjarligum stuðuli frá Eik Banka, Vinnumálastýrinum og Klaksvíkar Kommunu.

 

Gott grundarlag menn bygnaðurin er enn ov veikur

Íverksetarahúsið hevur nú virkað í eitt lítið ár, og er við at fóta sær. Sum eg havi skilt, hevur húsið gott samstarv við hesar stovnar, íroknað Samvit.

Fyri ári síðani setti eg fyrispurning í løgtinginum til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, um ætlanin var at seta fleiri íverksetarahús á stovn.

Svarið frá honum var stutt og greitt, at: “tað vera ikki sett fleiri íverksetarahús á stovn fyribils!” Sum skiltist, so skuldi nú kannast, hvussu royndirnar fóru at eydnast!

Hetta var bæði klókt og greitt svar, tí hugsanin fór 20 ár aftur, tá fyrst eitt svartkjaftaskip kom til landið og síðani tíggju, fyri at øll syrgiliga skuldu kollsigla.

Latið okkum brúka ta tíð sum skal til, fyri at fyrsta íverksetarahúsið í landinum kann fáa frið at fóta sær, og tá vit so í nøkur ár hava sæð menningina av hesum, kunnu vit við hesum sum fyrimynd halda fram.

Grundarlagið er lagt, men bygnaðurin er enn ov veikur, tí royndir skulu til. Sjálvandi er sera umráðandi við gløggum og neyvum samstarvi millum Íverksetarahúsið, Samvit og Vinnumálastýrið, men minnist til: “tá ein ger okkurt, er ikki neyðugt, at allir fara at gera tað sama!”

HYPERLINK "http://www.keldu.com" www.keldu.com

HYPERLINK "mailto:keldu@psot.olivant.fo" keldu@psot.olivant.fo