Íverksetarar drukna í pappírsveldi og umsiting

Tað var Kitty May Ellefsen, formaður í visjónsbólkinum um íverksetan, sum hevði framløguna vegna bólkin. Hon heldur, at føroyingar bæði eru kreativir og dáma væl at arbeiða.  Men stórur vandi er fyri, at tú sum íverksetari druknar í pappírsveldi og umsiting. Ljósið, sum brendi, slóknar og hugskotini fara í bláa luft, sum hon tók til

Íverksetan

Kitty May Ellefsen segði, at tá ið arbeiðsbólkurin fekk til uppgávu at seta sær mál fyri íverksetan, vóru tey í fyrsta lagi noydd at vita, hvar vit føroyingar eru staddir í dag.
- Áðrenn vit seta út í kortið, hvar vit ætla okkum, er neyðugt fyrst at vita, hvar vit standa.
Í hesum sambandi reisti hon spurningin, hvussu støðan hjá føroyskum íverksetarum er í dag?

Langur og tungur
- Vit tosa ofta um at fáa føroyingar heim úr útlegd, tá ið tey hava verið burturi og lisið, og her heldur arbeiðsbólkurin, at øll fólk eiga at vera vælkomin at royna sínar gávur í Føroyum.
Hon helt, at føroyingar eru kreativir og dáma væl at arbeiða.
- Innan nógvar vinnur, eitt nú sniðgeving, tónleik og KT, síggja vit kreativitetin í fólkinum, segði Kitty May.
Hon segði, at nógv hugskot koma undan kavi, men sambært føroyskum íverksetarum sjálvum, er vegurin frá góðum hugskotum til veruleika bæði langur og tungur.
- Tað er eingin góða mamma, sum kann lofta hugskotunum.
Hon legði dent á, at forðingar mugu beinast av vegnum, so Føroyar kunnu gerast ein blómandi íverksetanardepil í altjóða høpi fyri 2015.

Jantelógin sterk
Kitty May vísti á, at jantelógin er sterk í Føroyum, og hon verður løgd niður í okkum longu í barnaárum.
- Tú skalt jú ikki halda, at tú ert nakað sum helst, men liva eitt stilt og friðarligt lív við útbúgving og helst starvast hjá tí almenna, har pensjónin er tryggjað.
Hon segði, at íverksetarin, sum hevur roynt at kollsiglt við sínum virki, verður stemplaður fyri lívið sum ódugnaligur  ella fyri at vera spekulantur.
- Vit kenna jú øll orðini: "Var tað ikki hann, sum fór av knóranum... "
Kitty May reisti spurningin, um vit ikki heldur áttu at skift hugburð og sagt sum Clinton: "Tað er líkamikið, um tú snávar. Tað, sum hevur týdning er, at tú klárar at reisa teg aftur, eftir at tú hevur snávað..."


Møttir við skepsis
Hon helt, at almenna fyrisitingin er stirvin móti íverksetarum, sum ikki fáa ta hjálp, teimum tørvar.
- Sambært íverksetarum sjálvum, verða teir ofta møttir við skepsis frá almennari síðu.
Kitty May legði aftrat, at umsitingarligu reglurnar eru fløktar, eitt nú vinnulóggáva, ársroknskaparlóg, parta-og smápartafelagslóg, lóg um vinnurekandi virki og grannskoðaralógirnar  fyri at nevna nakrar av trupulleikunum.
- Lítil og eingin ráðgeving er at heinta, og skal íverksetarin út í býin at leita sær hjálp hjá advokatum ella grannskoðarum, fæst hjálpin ikki á sama staði  og eisini kostar hon nógvan pening.
Hon helt, at vandin fyri, at íverksetarin druknar í pappírsveldi og umsiting er stórur.
- Ljósið, sum brendi, slóknar, og hugskotini fara út í bláa luft, sum hon tók til.
Um skúlans gátt
Kitty May vísti á, at OECD allýsir íverksetan, sum dynamisku tilgongdina, ið er at finna búskaparligar møguleikar, og á hesum grundarlagi at menna, framleiða og selja vørur og tænastur.
- Tann størsta uppgávan hjá okkum er at fáa allar forðingar av vegnum, legði hon aftrat.
Formaðurin í visjónsbólkinum fyri íverksetan helt, at íverksetan skal røkka inn um skúlans gátt.
- Vit halda, at ein og hvør 9. floks næmingur eigur at duga at gera ein íløguætlan.
Hon legði dent á, at vit eiga at seta individið, sum hon tók til, í sentrum.
- Vit skulu gleðast, tá ið tað eydnast hjá onkrum - og at hesi vinna pening. Gamalt orðatak sigur, at tá ið tað regnar á prest, dryppar tað á dekn. Tað skal loysa seg at skapa sín egna vinnuveg, tí samstundis sum íverksetarin tekur váða á seg, skulu útlitini til at vinna pening vera góð.

Ráðgeving og netverk
Eitt av málunum, sum bólkurin skjýtir upp, er, at íverksetararáðgeving verður savnað á einum staði, soleiðis at íverksetarin kann venda sær til ein stovn og fáa ta leiðbeining, hann hevur brúk fyri.
Eitt annað, sum eisini hevur víst seg at hava stóran týdning úti í heimi fyri trivnaðin hjá íverksetarum, er, at netverk verða skapt.
- Tað vísir seg at rigga væl, at ein ráðharri ella  í okkara føri - landsstýrismaður er umboðsmaður fyri netverkini, soleiðis at hesi verða viðurkend og knýtt saman við altjóða netverk, segði Kitty May Ellefsen, formaður í visjónsbólkinum fyri íverksetan.