Vertshúsið Skarv 25 ár

VERTSHÚS: Leygardagin 8. apríl verður hátíðar rómur á Skarv í Keypmannahavn, tí 25 ár eru liðin, síðani Dánjal Petur Thorsteinsson fór undir at reka eitt stað, har føroyingar kunnu hittast til eina hugnaløtu. Hetta var í 1974 og væl hevur gingið hesi árini

Allir føroyingar hava hoyrt um Skarv og mangir eru teir føroyingar, ið hava sitið væl á føroyska vertshúsinum í Keypmannahavn.

Leygardagurin 8. apríl 2000 verður sermerktur á vertshúsinum Skarv.. Staðið, har mangir føroyingar leita sær, tá teir eru í danska høvuðsstaðnum.

Tá eru 25 ár síðani, at Dánjal Petur Thorsteinsson byrjaði at reka eitt stað fyri føroyingar í Danmark, nevniliga Skarv.

Men tað verður tiltak, sum er í tveimum, tí umframt at snúgva seg um Skarv, so snýr tað seg 8. apríl eisini um ein bát, Tvørábátin, sum føroyingar niðri eru farnir undir at rigga til við Ólavi á Heygum á odda.Teir halda til í Norðhavnini - Fiskaríhavnini. Har hava teir eitt stykki uppá 100 fermetrar, har møguleiki er at byggja.


Móttøka og dansur

- Vit, bátsmanningin, halda veitslu fyri bátinum.Ólavur á Heygum hevur tikið stig til at keypa bátin og hevur savnað einar 20 mans, ið putla við bátin. Peningur skal savnast til felagshús og ein veitsla hevur verið í Føroyahúsinum og nú á Skarv, sigur Dánjla Petur Thorsteinsson.

- Samstundis hava vit so receptión frá klokkan 18 til 21, m.a. við føroyskum mati, har tey, ið vila heilsa uppá, eru vælkomin innar. Aftaná er harmonikudansur frá klokkan 23 til klokkan 7 á morgni sigur Dánjal Petur.


Byrjanin

Men hvussu byrjaði søgan um Skarv.Í byrjanini var eitt stað í Skindergade 11, nevnt Skipperkroen, men sum føroyingar róptu Skarv.

- Tað byrjaði í 1974, tá eg kom til Keypmannahavnar. Tá var eg fiskimaður og hevði verið fiskimaður í 18 ár tá. Eg fekk ein ryggskaða og kundi ikki halda fram sum fiskimaður. Eg hugsaði tí um, hvat var at gera.Tað einasta, eg dugdi at finna uppá, var at gera okkurt fyri føroyingar í Keypmannahavn, sigur Dánjal Petur, ið hevði spart sær nakað av peningi saman og fór í gongd.

- Eg leigaði nøkur høli og tað tók umleið hálvt ár, til eg byrjaði. Eg fekk leigumálið tann 15. august 1974 og lat síðani upp 20. februar, so hátíðarhaldið er nakað seinkað, greiðir Dánjal Petur Thorsteinsson frá.

Skipperkroen, ella Skarv, í Skindergade var eitt danskt stað. Skarv hjá Dánjal Peturi í Pilestræde er sostatt fyrsta stað, ið veruliga eitur Skarv.

- Skipperkroen varð seinni gjørd til matstovu. Men eg fekk hugskotið har, tí har var altíð so ringt at sleppa innar. Har var trongt og tí avmarkað, hvussu nógv fólk slapp innar, sigur Dánjal Petur.



Ætlar at selja

- Nú havi eg havt Skarv í 25 ár og hevði eisini Laurits Betjent í 10 ár. Tað havi eg selt til systursonin. Eg ætlaði at sleppa mær burturúr virkseminum. Tað hendir helst nakað tað sama við Skarv. Eg haldi kanska fram 1 ella 2 ár afturat, so kanska hann yvirtekur, sigur Dánjal Petur og leggur afturat, at systursonurin er 10 ár yngri enn hann er sjálvur, og at hann tímir ikki at ganga við stavi á Skarv.

Systursonurin Arnfinn hevur verið við alla tíðina og eigur 40% av Skarv.

- Tað hevur gingið væl øll árini og virksemið hevur breyðføtt tvær familjur, sigur Dánjal Petur.

- Nógv er hent hesi 25 árini og eisini er nógv broytt inni á Skarv viðvíkjandi innbúgvinum. Men soleiðis, sum tað nú sær út inni, haldi eg hóskar væl. Eg vænti, at Skarv kemur at virka framyvir sum Skarv. Um fremmand fólk yvirtaka, so veit ein ongantíð, og tí royni eg at lata tað halda fram í sama sporinum, so føroyingar framvegis kunnu koma, sigur Dánjal Petur.

Á Skarv verður eisini seldur føroyskur matur út av húsisnum. Men fyrst og fremst hevur staðið í 25 ár verið savningsstað hjá føroyingum og verður tað væntandi framvegis.


Henda skemtiliga lýsing av Skarv er á internetinum:

Det er sent lørdag nat. På et af centrums mere

specialiserede diskoteker pumper popmusik a la for nogle år siden ud gennem et par underdimensionerede højttalere og gulvet blinker i takt i røde, gule og grønne farver. Midt på dansegulvet står en ung mand i bro. Hans bukser er krænget ned om anklerne og nej, han

har ikke nogle underbukser på. Han prøver at hoppe i takt til musikken.


Manden er færing, viser det sig senere, hvilket ikke er så

overraskende, da Skarv er et diskotek primært for vores

nordatlantiske brødre.

Der findes ikke så få steder i København, hvor det er forbudt at gå nøgen i bro. Hvor velvoksne mænd med sparsomt hår og stålsatte øjne er ansat til at forhindre den slags. På Skarv er det ok, og er det ikke rart at vide, at man kan, hvis man vil? Og så er øllerne billige.

Høj gemytlighedsfaktor. Syddanskere velkomne.

Jesper Thobo-Carlsen