Í døgunum 16. og 17. september samlast ferðavinnuveitarar -og myndugleikar úr útnorðri á árligu ferðavinnuframsýningini Vest Norden Travel Mart. Í ár er Grønland vertur fyri VNTM, og landið hevur valt at hava framsýningina í Keypmannahavn.
Vest Norden Travel Mart er stóra ferðavinnuframsýningin, ið setur ferðavinnu í útnorðri á breddan. Framsýningin er eitt gott høvi hjá bæði stórum og smáum veitarum at bjóða seg fram fyri keyparum úr øllum heiminum.
Umframt at hitta nýggjar keyparar er framsýningin ein góður møguleiki hjá føroysku ferðavinnuni at styrkja og knýta nýggj sambond við viðkomandi leikarar á ferðavinnuøkinum.
Føroyska ferðavinnan er væl umboðað á VNTM við fyritøkum sum 62N, Adventure Travel, ALT Færøerne Ferie For Alle, Atlantic Airways, Coast Zone North Atlantic, Kunningarstovurnar, GreenGate Incoming, HK Bussar, Hotel Streym, Tora Tourist og Smyril Line. Ferðavinnudeildin í Uttanríkisráðnum luttekur eisini á framsýningini.
Keypararnir á Vest Norden Travel Mart koma fyri tað mesta úr Norðurlondum og Evropu, men áhugaverd umboð eru eisini úr USA, Avstralia og nýggju marknaðunum í Russlandi og fjareystri.
Uttanríkisráðharri Jørgen Niclasen vitjar VNTM mikudagin og nýtir samstundis høvi at hava fund við ferðavinnuráðharrarnar úr Íslandi og Grønlandi, sum eisini vitja framsýningina.
Vest Norden Travel Mart verður fyriskipað av Føroyum, Grønlandi og Íslandi. Annað hvørt ár er framsýningin í Íslandi, meðan Føroyar og Grønland skiftast um at standa á odda fyri framsýningini fjórða hvørt ár. Í ár er Grønland vertsland.