Vestager hóttir Kina við tiltøkum móti ríkisstuðli til bilídnaðin

Um tað er so, at Kina ólógliga letur bilaídnaðinum ríkisstuðul, so fer ES at taka fyrivarni

Margrethe Vestager skerpir kósina hjá ES mótvegis Kina.

Í eini røðu á Princeton University í USA, sigur leiðandi næstforkvinnan í ES nevndini í dag:

– ES hevur sett í verk eina kanning av ríkisstuðli til kinesiska bilaídnaðin. Um tað vísir seg, at Kinahevur latið ólógligan ríkisstuðul, so steta vit avmarkandi tiltøk í verk, sigur Margrethe Vestager.

Harvið leggur hon undir vitjanini í USA upp til, at ES stendur saman við Amerika í royndini at skapa javna kapping og sleppa undan kinesiskum yvirræði.

Tað er neyðugt fyri at tryggja virkini og búskapin í ES londum, heldur Vestager.

– Kina er bæði við í stríðnum um veðurlagsbroytingarnar. Ein búskaparligur kappingarneyti og ein systemiskur sambiðil. Tey bæði síðstu renna tí verri í alsamt størri mun saman, sigur Margrethe Vestager.

Hon vísir á, at tað ikki bara er í bilaídnaðinum, at nógv bendir á, at Kina ikki er »fair« í kappingini.

– Vit sóu ætlanina um, hvussu Kina kom at fáa ræði á marknaðinum fyri sólpanel. Fyrst drógu tey útlendskar íløgur til sín. Ofta við kravi um joint ventures.

– Síðani útvegaði Kina sær tøknina. Tey góvu nógvan ríkisstuðul til egna framleiðslu. Og tey stogdu stóran part av kinesiska marknaðinum fyri útlendsk virki, sigur Margrethe Vestager.

Sambært næstforkvinnuni í ES nevndini er tað síðsta stigið í handritinum, at Kina síðani skal útflyta kinesisk sólpanel bíliga til Evropa. Harvið skavar Kina í veruleikanum burtur evropisku virkini á økinum.

– Úrslitið er, at minni enn trý prosent av sólpanelunum, sum verður sett upp í Evropa, eru framleidd í Evropa, sigur Margrethe Vestager.

Hon heldur, at Kina brúkar hendan framferðarháttin á øllum pørtum í grøna ídnaðinum, meðan Kina roynir at loysa sínar egnu búskaparligur avbjóðingar.

– Okkara búskapaur kann ikki klára tað. Tað er ikki bara vandamikið fyri kappingarføri okkara. Tað kann eisini seta búskaparligu trygd okkara í vanda, sigur Vestager.

Hon sipar til, at koronufarsóttin avdúkaði, hvussu trupult tað kann vera fyri Evropa at vera nógv tengt at fáum veitarum.

– Tí er tða ikki bara USA, sum ger vart við seg, men eisini Evropa, sigur Vestager.

Hon ger greitt, at ES nevndin nú fer undir eina kanning av kinesiskum ríkisstuðli til vindmyllur. Hon skal eins og kanningin av bílaídnaðinum avdúka, um Kina letur ólógligan ríkisstuðul.

Úrslitið av fyrstu kanningini av ríkisstuðli til kinesiska bilaídnaðin væntast klár móti sumri.

/ritzau/