73 bátsmanningar leggja út árar í Miðvági á Vestanstevnu. Tað verða 50 FM-manningar og 23 barnamanningar, sum rógva. Tað er ikki eitt lot í Miðvági í morgun, sólin hevur hug at koma fram. Róðrarlíkindini eru av teimum allarbestu, tað plagar at vera skjótt at avgreiða róðrarnar á Miðvági, soleiðis verður helst eisini í dag. - Myndin er tikin um 10-tíðina í morgun.