Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur havt ábyrgdina av at orða nýggju grindalóg, sum nú er samtykt í løgtinginum. Arbeiðið við lógini varð av álvara sett í gongd eftir átøkini hjá Sea Shepherd í Føroyum í fjørsummar.
Endamálið við lógini hevur verið at gera øll viðurskifti í sambandi við grindadráp greiðari og eisini at staðfesta møguleikarnar hjá myndugleikunum at steðga átøkum ímóti grindadrápinum. Eisini er revsingin fyri brot á grindalógina munandi herd.
- Vit hava arbeitt tætt saman við myndugleikunum og teimum, sum varða av grindadrápinum, um nýggju lógina, og eg eri fegin um, at hon nú er blivin veruleiki. Nú hava vit greiðari og víðari heimildir at steðga átøkum ímóti grindadrápinum, og vit hava eisini hert revsingina fyri brot á lógina, sigur Jacob Vestergaard.
- Tað skal sjálvandi verða rímiligheit í átøkum og revsing, og nú hava vit greiðar heimildir. Vónandi fáa vit ikki brúk fyri teimum, men verður tað neyðugt, so eru tær har, sigur hann.
Jacob Vestergaard harmast, at Sea Shepherd aftur í summar kemur til Føroya.
- Sum so mong onnur kenni eg meg forargaðan av, at hesi fólk taka sær tann rætt at koma til Føroya at gera seg inn á okkara lógliga grindadráp, men vit skulu taka okkum av teimum á ein siviliseraðan hátt, og tað verða vit enn betri før fyri við nýggju grindalógini, sigur hann.