Vestergaard legði kransin

Tað eru í ár 70 ár liðin síðani, at Jákup Joensen, próstur og seinni varabiskupur, tók stig til minningargudstænastu teirra sjólætnu, og hesin siður hevur verið hildin líka síðani.

Og eftir at minnisvarðin í Viðarlundini í Havn varð reistur, hevur eisini verið siður, at løgmaður leggur krans har 1. november.

Í ár var tað tó hvørki løgmaður, ella varaløgmaður, ið løgdu kransin, tí bæði eru stødd á Norðurlandaráðsfundi í Helsinki. Tí fall tað náttúrligt, at tað gjørdist fiskimálaráðharrin, Jacob Vestergaard, ið helt røðu til minnishaldið og legði kransin við minnisvarðan.

Í talu síni kom Jacob Vestergaard inn á, at tað í ár eru rundir hátíðardagar. Tað var sum nevnt 70 ár síðani minningargudstænastan á fyrsta sinni varð hildin, men tað eru eisini minnisár til fleiri vanlukkur á sjónum.

Tað eru 100 ár síðani størstu skipsvanlukku í friðartíð, tá Titanic fórst. Tað eru 80 ár síðani Immanuel og Laura gingu burtur við 38 monnum, 70 ár síðani Nýggjaberg fórst við 21 monnum og næstan upp á dagin 55 ár síðani, at Stella Argus gekk burtur við 22 monnum.

Tað var við hesari hending í huga, at Tummas Napoleon Djurhuus skrivaði yrkingina: »Og dansurin gongur«, sum Jacob Vestergaard læs fyrsta og síðsta ørindi av:

Stormdunið inn yvir bygdina stendur,

burtur er sóltíð og gaman,

í briminum uttast við úthavsins strendur,

leggja sjólætnir hendurnar saman.

Og einaferð fara vit eisini sjálvi,

tá leiðin er at enda er gingin,

við úthavsins strendur – í broti og gjálvi –

fara vit sjálv upp í ringin.