Vestmanna enn í menning

Vestmanna tyksit avgjørt vera ein bygd í menning

Dagfinn Olsen & John Johannessen



Í januar 1985 skrivar Sosi-alurin frásøgn úr Vestmanna undir heitinum »Vestmanna í menning«. Greitt verður frá, at stórar úbyggingar eru farnar fram í bygdini. Mill-um annað er ein nýggj og stór havn gjørd og fleiri nýggj ídnaðarvirki og eisini sethús, verða bygd um hetta mundið. Eisini verður farið undir at byggja nýggjan skúla, og somuleiðis verður eisini farið undir at byggja nýggja ferjulegu. Jú, Vest-manna var í menning um hetta mundið. Og úrslit spurdist burturúr. Skúlin , ítróttarhøllin, virkisbygn-ingarnir og ferjulegan eru komin.

Nú, vit skriva 1999, og bæði niður og uppgangstíðir hava verið síðani 1985, kann staðfestast, at Vestmanna er enn ein bygd í støðugari menning, hóast íløgurnar, framdar verða, ikki eru eins stórar sum í 1985. Í Vestmanna er nærum einki arbeiðsloysi, og trivanaðurin í bygdini tykist vera góður. Fleiri stór virki, ið bera seg væl, eru í bygdini. Nevnast kunnu Føroya Fiskavirking, Atlantis, Vest Pack og Vestmanna Skipasmiðja. Hesi eru øll miðalstór arbeiðspláss.

Í frásøgnini frá 1985 verður sagt, at nógv byggivirksemi fer fram. Hetta kann ikki sigast vera galdandi í dag. Í bygdini búgva nú 420, men í 1985 búleikaðust 423 húski í bygdini. Harafturat eru ikki tær heilt stóru útstykkingarnar farnar fram seinastu tíðina. Vestmanna Kommuna heldur seg ikki í verandi støðu hava ráð at stykkja fleiri stykki út í bygdini. Hetta er nevnliga dýrt, orsakað av brattlendninum í Vestmanna.

Hugnaligt var hjá rullandi redaktiónini at vitja ymisku støðini í góðveðrinum mánadagin og týsdagin, og serstakliga væl kendist tað at síggja, hvussu høgt kommunan raðfestir skúlan og tey ungu. Hóast nógvu útreiðslurnar av havnini, leggur kommunan seg allatíðina eftir, at karmarnir um skúlaumhvørvið í bygdini allatíðina eru teir bestu. Møguliga verður hetta gjørt í teirri sannføring, at íløgur í ungdómin altíð geva avkast.

Heldur ikki smábørnini og tey gomlu verða gloymd í Vestmanna. Kommunan hevur sett øki og pening av til barnaansing, og eitt eldrasambýli finnist uppi í Miðalsbrekku.

Jú, staðfestast kann, at Vestmanna enn er í menning.