Vestmanna fær 20 hvalir

- Heitt verður eisini á óroynd at koma oman á keiina at hjálpa til, tí her verða fólk, sum geva frálæru og vegleiða í at skera upp

Í stóru grindini, sum legði beinini í Sandágerði í gjár, er so mikið nógv grind, at fólk í øðrum kommunum eisini fáa burturav.

 

Ein av bygdunum, sum fær burtutav grindini, er Vestmanna.

 

- 20 hvalir koma til Vestmanna  og øll eru vælkomin at skera upp, siga tey á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu í dag.

 

Og her verður lagt aftrat:

 

- Heitt verður eisini á óroynd at koma oman á keiina at hjálpa til, tí her verða fólk, sum geva frálæru og vegleiða í at skera upp.

 

Lagt verður aftrat, t byrjað verður at skera upp í Vestmanna umleið klokkan 13 í dag.