Vestmanna kann vinna FM á heimavølli

Leygardagin 4. mars verður seinasta umfar í liðkappingini í talvi í bygdarhúsinum í Vestmanna. Vestmenningar liggja á odda, og teir kunnu tí tryggja sær gullið á heimavølli um eina góða viku

Liðkappingin í talvi gongur ímóti endanum, og sum vanligt er, verður seinasta umfarið í liðkappingini telva sama dag á sama stað.
Hesaferð verður Vestmanna vertur fyri seinasta umfarinum, og tað passar ivaleyst vestmenningum sera væl, tí teirra besta lið liggur á odda í bestu deildini í talvi.
Vestmenningar eru hálvt stig frammanfyri Havnina undan seinasta umfarinum, og skal Havnin taka FM frá Vestmanna, skulu teir í Havn hava eitt stig meira enn Vestmanna í seinasta umfarinum.

Vestmanna hevur havt munin
Kappingin í ár hevur staðið ímillum Vestmanna Talvfelag og Havnar Telvingarfelag, og í innanhýsis dystunum ímillum liðini hava vestmenningar ligið omaná, tó við minst møguligum muni. Men júst hesin lítli munur kann gerast avgerandi, tá ið avtornar.
Í 1.deild er Vestmanna Talvfelag eitt hálvt stig framman fyri Havnar Telvingarfelag, men av tí at Vestmanna Talvfelag hevur betur dystarstig (2 stig fyri vunnan dyst, 1 stig fyri javnan), má Havnar Telvingarfelag 1 stig fram um Vestmanna Talvfelag.
Og royndirnar siga, at júst slíkt kann henda á seinasta degnum, tá ið nervar standa upp á spæla, og FM skal fáa hesim.
Í fjør tók Havnar Telvingarfelag í seinasta umfarinum Klaksvíkina aftur, hóast teir í Klaksvík høvdu ligið á odda og lógu til at vinna FM.

Spennandi í botninum
Tað er eisini sera spennandi í botninum, har aftasta liðið flytir niður í 2. deild. 4 lið liggja soleiðis fyri, at tey kunnu flyta úr deildini, og tað er merkisvert, at tey bæði liðini hjá Klaksvíkar Talvfelag liggja aftast og næstaftast.
Hetta kemst millum annað av, at Klaksvík í ár ikki hevur lagt alla orku í at savna eitt sterkt lið, men hevur góðar telvarar á báðum liðum.
Í seinasta umfari skulu tey bæði liðini úr Klaksvík dystast við Streym og Kollafjørð um, hvat lið skal flyta niður.
Seinasta umfar verður telvað í Vestmanna leygardagin 4. mars.


Myndatekstur:
John Rødgaard og Carl Eli Nolsøe Samuelsen eru tveir av telvarunum hjá oddaliðnum úr Vestmanna


- - -


Fakta

Støðan í teimum ymsu deildunum í liðkappingini í talvi er hendan:

1.deild
1. Vestmanna Talvfelag25 stig
2. Havnar Telvingarfelag24,5
3. Kollafjarðar Talvfelag15,5
4. Talvfelagið Streymur15
5. Klaksvíkar Talvfelag 214
6. Klaksvíkar Talvfelag 114

2 .deild
1. Sandavágs Talvfelag23,5
2. Havnar Telvingarfelag 319,5
3. Vestmanna Talvfelag 219,5
4. Havnar Telvingarfelag 218,5
5. Tofta Talvfelag17,5
6. Gøtu Talvfelag 9,5

3.deild
1. Sandavágs Talvfelag 224,5
2. Havnar Telvingarfelag 422,5
3. Vestmanna Talvfelag 322,5
4. Sandavágs Talvfelag 320
5. Rókur 116
6. Klaksvíkar Talvfelag 315,5
7. Havnar Telvingarfelag 512
8. Klaksvíkar Talvfelag 412,5
9. Rókur 210
10. Gøtu Talvfelag 24

Unglingar
1.finala: ST - Rókur 1 = 2-2
3. pláss: VT - Rókur 2 = 4-0