Talv
Undan dystinum leygardagin í Klaksík vóru havnarmenn og vestmenningar fremstir, meðan klaksvíkingar vóru beint í hølunum, hálvt stig aftanfyri. Klaksvíkingar manglaðu eins og vestmenningar fasta mannin á 2. borði og lagt var tí upp til ein javnan dyst.
Ikki gekk so long tíð til vestmenningar høvdu vunnið seg fram á eina 2-0 leiðslu. Samson Højgaard vann á Willa Olsen. Talvið var fløkt og eitt skifti sá tað svart út hjá Samsoni, men hann reið ódnuna av sær og vann loksins.
Jákup á Rógvi Andreasen mannaði 4. borð hjá vestmenningum leygardagin. Hann kom væl frá fyrsta dysti sínum í 1. deild í ár, tá hann vann á Rana Baldursson.
Uppgerðin á 3. borði endaði við sigri til heimamannin Tummas Martin Sólsker. Tað var líkt til, at Sjúrður Thorsteinsson var komin fyri seg tá hann í helst javnari støðu leikti óneyvt. Tummas Martin hálaði stigið inn.
John Rødgaard vann í eyðkendum stíli á Ólavi Simonsen. John, sum hevði hvíta fólkið, var ikki bangin fyri at fara í eitt rættiliga javnt endatalv. Spakuliga og effektivt kroysti hann Ólav í eitt horn.
Mangan skilir tú ikki hvussu tú hevur tapt slík jøvn talv. Fleiri av okkum hava upplivað júst somu lagnu - tá vit hava telvað ímóti Rødgaard - sum Ólavur leygardagin. Helst liggur svarið í djúpd, fínteknikki og royndunum hjá Rødgaard.
3-1 til vestmenningar. Úrslitið svíðir ivaleyst hjá klaksvíkingum, tí teir hava neyvan ráð til stórtap. Longu nú hava teir tapt tveir dystir og kravið hjá klaksvíkingum er ikki at tapa fleiri dystir, um teir skulu verða føroyameistarar.
Vestmenningar hinvegin halda fram við støðugum góðum úrslitum. Teir hava vunnið tríggjar dystir og leikt ein javnan, móti havnarmonnum í 3. umfari.
Hvalvíkingar úr botninum
Heldur óvæntað vóru hvalvíkingar aftastir áðrenn fjórða umfar. Men við 3-1 sigrinum móti miðliðnum úr Kollafirði, er vend komin í.
Talvini á ovastu tveimum borðunum endaðu við javnleiki. Haldur Suni Johansen er komin í gongd eftir tvey tap í fyrstu umførunum. Á seinasta leikdegi leikti hann ein góðan javnleik móti Ólavi Simonsen og leygardagin fekk hann ein kærkomnan javnleik móti Hans Kristiani Simonsen. Finnbjørn Zachariassen og Torbjørn Thomsen leiktu somuleiðis javnt. Finnbjørn er umsíður komin á stigatalvuna.
Martin Brekká vann á bróður Torbjørns, Bernhardi Thomsen og Gunnar Joensen vann á Karl Louis Johansen.
Ein frálíkur sigur til royndu menninar úr Hvalvík. Við úrslitinum leygardagin hava hvalvíkingar og kollfirðingar eins nógv stig, 6,5.
Útsettur dystur
Havnarmenn og klaksvíkingar (KTF2) hava útsett teirra dyst til komandi vikuskifti. Havnarmenn eru hálvtfjórða stig aftanfyri vestmenningar, men kunnu við stórsigri á veteranunum á KTF2-liðnum taka oddaliðið aftur.
Lagt verður til brots aftur eftir nýggjár. Fimta umfar verður telvað 8. januar.
FIDE World Cup
Upprunaliga ætlaði talvsamgongan FIDE at finna nýggjan heimsmeistara í HM-kappingini, sum verður telvað í hesum døgum í Khanty Mansyisk í Russlandi. Men tað er nú broytt til, at teir fremstu fýra telvararnir sleppa at royna seg ímóti teimum fýra fremstu frá herfyri leiktu HM-kappingini í San Luis, Argentina: Veselin Topalov, Peter Svidler, Viswanathan Anand og Alexander Morozevich.
Telvað verður eftir Knock-Out skipanini í Masyisk. Trý umfør er telvd og nevnast kann, at hægstseedaði Vassily Ivanchuk tapti 1,5-0,5 í 2. umfari móti sekundantinum hjá heimsmeistaranum Topalov, Ivan Cheparinov. Hesin sami Cheparinov mátti út í kviktalvsumdyst móti Magnus Carlsen, tá dystur teirra endaði 1-1. Umdysturin varð leikur mánadagin eftir evstamark.
Mánadagin verður farið undir áttandadeilsfinalurnar.