Vestmannatrolararnir eru bestir í flotanum

Dekkaraparturin umborð á Vestmenningi og Fram higartil í ár liggur um 770.000 krónur, og hetta hevði verið inntøkan hjá monnum, sum vóru hvønn túr umborð. Men tað er eingin. - Ein dekkari, sum hevur verið umborð 2/3 av túrunum, hevur eina ársinntøku, sum liggur um 515.000 krónur, sigur reiðarin, Tummas Christophersen í Vestmanna.

Fiskivinna

 

Tað hevur gingið rættiliga væl hjá vestmannatrolarunum, Vestmenningi og Fram, í ár.

Skipini liggja í fremstu røð, bæði í veiðinøgd og veiðivirði. Lítil ivi er um, at hetta eru bestu ísfiskatrolarar í 2008.

Vestmenningur og Fram eru fyrrverandi Hádegisklettur og Stígarklettur, sum á sinni vórðu smíðað á Tórshavnar Skipasmiðju og vórðu róptir dalstrolararnir.

Teir endaðu í Ný Sælandi, haðani teir vórðu keyptir aftur til Føroya í endanum av nítiárunum.

 

Roktúrar

Skipini hava gjørt fleiri roktúrar í ár, bæði á upsa og í gullaksi.

Veiðan hevur verið góð tað mesta av árinum, og nógvar sølur hava eisini verið góðar. Skipini hava soleiðis eisini sett met í veiðinøgd og sølu fyri einstakan túr.

Skipini vóru inni aftur týsmorgunin við heili 580.000 pundum, sum tey fingu á Munkagrunninum og á Bill Baily Banka.

- Fiskurin, sum skipini hjá okkum fingu á Munkagrunninum, var góður upsi, tað mesta 3’arar blandað við 2’arum. Men kortini vísti tað seg, at onkur onnur skip, sum eisini royndu á Munkagrunninum, fingu smærri fisk, og hetta elvdi til, at rættiliga stórar leiðir vórðu stongdar.

Tummas Christophersen, reiðari, sigur, at Vestmenningur og Fram fóru av Munkagrunnunum og suður á Bill Baily banka at royna. Har var upsin uppaftur betri, tað mesta 2’arar blandað við 1’arum.

- Hendan túrin royndu skipini í eina viku. Tey vóru eisini inni mánadagin í síðstu viku við 410.000 pundum.

Reiðarin sigur, at skipini hendan túrin seldu fyri 1,7 miljónir krónur, sum er góð søla.

- Prísurin er lækkaður nakað, men vit eru væl nøgdir við hendan túrin og søluna, har Faroe Seafood keypti meginpartin av fiskinum.

Eini 5-6 tons vóru av øðrum fiskasløgum, sum vórðu seld um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya.

 

Gott ár

Við Vestmenningi og Fram eru tilsamans 14 mans umborð í senn, sjey við hvørjum skipi.

Knýttir at skipunum eru tilsamans 20 mans, og skiparar hendan túrin vóru vestmenningarnir, Helgi Nielsen og Arvid Petersen.

Tummas Christophersen sigur, at samlaða søluvirði í ár táttar í 37 miljónir krónur, sum er eitt lítið vet lakari enn besta árið hjá skipunum síðan januar ár 2000, tá tey fóru til fiskiskap undir nýggju eigarunum.

- Samlaða veiðan liggur omanfyri 8.000 tons, harav 5.500 tons er gullaksur, sum skipini veiddu í vertíðini.

Reiðarin sigur seg vera væl nøgdan við inntøkusíðuna í hesum ári, men orsakað av høgu oljuprísunum, sum hava merkt hetta árið, er úrslitið hampiligt.

- Nú verður ikki farið útaftur fyri jólahøgtíðina, sigur Tummas Christophersen.

 

Góð hýra

Manningarparturin umborð á Vestmenningi og Fram higartil í ár liggur um 770.000 krónur, og hetta hevði verið inntøkan hjá monnum, sum vóru hvønn túr umborð.

Men tað er eingin.

- Ein dekkari, sum hevur verið umborð 2/3 av túrunum, hevur eina ársinntøku, sum liggur um 515.000 krónur, sigur reiðarin, Tummas Christophersen í Vestmanna.