TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Julian Olsen hjá VÍF, sum skeyt sjey mál, tá hann og liðfelagarnir spældu javnleik 31-31 ímóti Kyndli í Vestmanna í dag.
Julian Olsen staðfestir, at hann og liðfelagarnir eru ikki sáttir við javnleikin. Hann heldur, at teir gjørdu ov nógv býtt mistøk, og tað kostaði sigurin.
Julian Olsen heldur, at tað vóru sveiggj í hjá báðum liðum, og tað skifti millum góðar og minni góðar løtur í dystinum. Julian Olsen heldur tó, at teir í VÍF hava ein góðan møguleika at røkka FM-finaluni, og tað fara teir at arbeiða fyri.