Vestmenningar mundu mist á stokkinum

Tað var um reppið, at føroyameistararnir úr VÍF tveittu ein at síggja til tryggan sigur fyri borð, tá ið teir dystaðust við KÍF í Hoyvíkshøllini sunnudagin.

Atlantic Airways-kappingin

Bæði KÍF og VÌF hava fingið eina heldur trilvandi byrjan upp á kappingarárið, tí høvdu bæði liðini fyri neyðini at fáa ein sigur í hús. Í dystinum sunnudagin sá tað leingi út til, at vestmenningar fóru at vinna ein tryggan sigur, men seinastu løtuna var um reppið, at teir tveittu alt burtur.

Argaði gomlu liðfelagarnar
Undan hesum kappingarárinum hevur KÍF fingið nakrar nýggjar leikarar. Damir Oros er komin aftur eftir eitt ára útlegd í Neistanum, og so er ungi Karl Johan Djurhuus komin úr júst VÍF. Tað var eisini júst Karl Johan, sum var ein støðug hóttan fyri verjuna hjá vestmenningum, og ferð aftaná ferð snýtti kviki vongurin gomlu liðfelagarnar.
Í fyrra hálvleiki gekk eisini rættuliga javnt á, og liðini skiftust um at hava leiðsluna. Síðstu løtuna fyri steðgin gjørdi VÍF tó ein vørr og fekk trý mál á rað, og tí fóru teir til hálvleiks við eini tveymáls-leiðslu.
Vestmenningar løgdu fyri eftir steðgin á sama hátt, sum teir høvdu gjørt beint fyri hálvleik, og hetta gav teimum trý mál, áðrenn tað eydnaðist KÍF at svara aftur. Kollfirðingar royndu at fáa fatur í vestmenningunum aftur, men tað gekk striltið. Tá ið so Rói Lamhauge, sum hevði 20 ára føðingardag sunnudagin, legði VÍF á odda 23-17 eini níggju minuttir fyri leiklok, tóktist eingin ivi verða um, at sigurin var vestmenningum vísur.
Men kollfirðingar vildu tað øðrvísi, og teir fóru undir ein veruligan endaspurt, samstundis sum bæði verja og álop hjá VÍF steðgaði upp. KÍF fekk eitt mál fyri og annað eftir, og munurin millum liðini bara minkaði.
Við sera offensivari verju fingu kollfirðingar órógvað føroyameistararnir so mikið, at teir gjørdu nógv óneyðug mistøk, og tey vóru so revað í hinum endanum. Spælið var ikki vakurt hesa løtuna, men hinvegin gjørdist dysturin spennandi aftur. Trúføstu viðhaldsfólkini hjá KÍF komu upp úr setrunum, tá ið Karl Johan Djurhuus ein góðan minutt fyri leiklok minkaði um munin til 22-23, men nærri komu kollfirðingar tó ikki.
Dysturin gjørdist eitt sindur dramatiskur beint fyri leiklok, tí tá fingu kollfirðingar tvey beinleiðis reyð kort.

KÍF-VÍF 22-23(12-14)
KÍF: Karl Johan Djurhuus 8(1), Damir Oros 6, Rógvi Weihe 2, Teitur Joensen 2, Arnbjørn Hansen 2, Gert Hansen 1, Mirko Milenkovic 1
VÍF: Sámal Joensen 5, Áki G. Olsen 4(2), Daniel Rapa 3, Regin Joensen 3, Agnar Joensen 3, Jákup Súni Andreasen 2, Harald Bjørgvin 2, Rói Lamhauge 1
Brotskøst: KÍF 3(1), VÍF 4(2)
Útvísingar: KÍF 1, VÍF 2
Reytt kort: KÍF 2
Dómarar: Petur Skeel Dahl og Hallur Danielsen