Vestmenningar vunnu grannauppgerð

VÍF vann greitt á KÍF 31-23, tá teir hittust í Vestmanna. Hálvleiksstøðan var 16-9.

Filip Jojic og Vuk Stevanovic gjørdust stóru leikarinir við 9 málum hvør, tá VÍF og KÍF hittust í dag.

VÍF legði seg beinanvegin á odda, og tað gekk væl hjá vestmenningum at fáa mál. Tað gekk heldur verri hjá kollfirðingum. Tá fyrri hálvleikur var meir enn hálvrunnin, var VÍF á odda við 8 málum 11-3, og Vuk Stevanovic átti tey trý málini hjá kollfirðingum. Men síðani kom gongd á hjá KÍF, og hálvleiksstøðan var 16-9.

KÍF kom væl út til seinna hálvleik, og tá 10 minuttir vóru farnir, hevði KÍF minkað um munin niður í fýra mál 19-15. Men VÍF megnaði at aftur økja um leiðsluna. VÍF vann dystin greitt 31-23.

Málskjúttar VÍF:

Filip Jojic 9, Kristoffur Bjørgvin 5, Hallur Arason 4, Kristian Jensen 3, Sjúrður Olsen 3, Andrias Eriksen 2, Tróndur Johnson 2, Eyði Bjargarson 1, Jóhannes Bjørgvin 1, Magnus Müller 1

Málskjúttar KÍF:

Vuk Stevanovic 9, Jón Suni Kjærbæk 5, Hjalti Hammer Matras 4, Karstin í Húsinum 2, Bárður Dam 1, Tóki Friðriksson 1, Tony Hammer Weyhe 1

Ein annar dystur var leiktur í Burn-deildini í dag. Javnleikur var millum StÍF og H71 á Skála. VÍF hevur fullstigartal og liggur fremst í Burn-deildini, tó hava Team Klaksvík og Neistin spælt ein dyst færri.

 

##med2##