Veteranarnir eru klárir til Montenegro og Danmark (FM1)

(FM1) Hoyr samrøður við Trónd Kragesteen (Neistin), Rók Akralíð (Kyndil), Niklas Simonsen (Tønder) og Áka Egilsnes (KA)

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hondbóltssendingina, ið var tann fyrsti tímin av SportBoxini á FM1 seinnapartin í dag.

 

Sjúrður Hildarsson Hoydal var vertur og Heri Simonsen var tøkningur og medvertur.

 

Gestir í studio vóru veteranarnir, Tróndur Kragesteen (Neistin) og Rókur Akralíð (Kyndil). Ringt var eisini til Niklas Simonsen, ið spælir við Tønder í næstbestu donsku deildini, og ringt var eisini til Áka Egilsnes, ið spælir við KA í bestu íslendsku deildini. Áki er valdur til besta spælaran í deildini í september mánað.

 

Samrøðan við Rók og Trónd snúði seg í stóran um EM-undankappingardystirnar ímóti Montenegro (24. oktober) og Danmark (27. oktober). Veteranarnir siga seg verða klárar til stóru altjóða avbjóðingarnar sum teir gleða seg stórliga til. 

 

Sunnudagin sigur Sjúrður Hildarsson Hoydal frá dystinum í SMS-deildini millum Neistan og Kyndil á FM1. Claus Rasmussen verður viðmerkjari. Dysturin byrjar klokkan 13 sunnudagin.