Fótbóltur
Ein av broytingunum, sum Petur Mohr hevur gjørt á GÍ-liðnum í ár, er at hann hevur umskúlað onkrar av annars væl royndu kreftunum. Eitt nú hevur Poul Ennigarð fyri tað mesta verið partur av miðvøllinum í ár, meðan Magni Jarnskor hevur tikið sær sæti afturi á vinstra bakki. Eitt pláss, sum veteranurin sigur seg trívast heilt væl í.
Hetta er fínasta slag. Sum gamal miðvallari haldi eg meg hava fínt pláss her afturi, og tú hevur eisini nógv betri yvirblikk, tá tú stendur somikið aftarliga, heldur hann.
Og úrslitini hava eisini verið á eini leið. Fyri bils er talan um fjórða pláss, og hóast GÍ var á odda sunnudagin, so heldur Magni ikki, at teir skulu vera so øgiliga ónøgdir.
Soleiðis sum dysturin endaði - har vit høvdu tíggju mans - so kunnu vit ikki vera heilt ónøgdir. Men vit høvdu ein veldugan møguleika at økja til 2-0, beint áðrenn teir javna. Hevði tann bólturin farið inn um strikuna, so eri eg næstan vísur í, at vit høvdu vunnið. Ístaðin javnað teir, og so verða vit trýstir heilt nógv, tá Hans Jørgen fær seinna gula kortið, hóast eg haldi hetta var nakað tunt, staðfestir Magni Jarnskor.