Vetrarfrí í eksotiska Tailandi

Regn og vindur - mánað út og mánað inn! Tað er ikki løgið, at alt fleiri føroyingar velja at rýma av landinum nakrar vikur árliga. Hesar vikurnar skulu helst verða fyltar við sól og hita, góðum mati og bíligari shopping. Eitt av støðunum, har ein er vísur í at fáa alt hetta í einum, er Tailand.

Saman við Kanariuoyggjunum er Tailand tað ferðamálið, ið flestir norðbúgvar vitja um veturin. Túrurin í flogfarið tekur heilar 10-12 tímar, men teir flúgva avstað, tá ein veit, at paradís liggur fyri framman.


Øll stór charterfeløg hava eitt stórt úrval av ferðum til Tailands, og er ein heppin, fáast tvær vikur fyri einans 7-8 000 krónur, við hotelli.


Men hví velja júst Tailand?

Fyri tað fyrsta kunnu vit nevna hitan, tí sjálvandi er tað heitt, men kortini er tað ongantíð kvalið. Vætan í luftini ger, at tað er lætt at anda, og hóast hitin er 28-30 stig, er tað behagiligt at vera úti. Sólin er sera sterk, so ein má nýta sólkrem við høgum faktori - eini 20-30 - Teir fyrstu dagarnar.

Allar flestu hotell hava egnan svimjihyl, sum ein kann svala sær í. Mong hotel liggja eisini nær við strendurnar, so til ber at svimja sær ein túr úti í Andaman havinum.


Høgt støði á hotellunum

Hotellini í Tailandi hava uppiborið eitt kapittul fyri seg, tí støðið á flestu hotellunum er sera høgt. Sostatt svarar eitt trístjørnu hotell í Tailandi til eitt fimmstjørnu við Miðalhavið. Hotellini eru eisini sera vøkur, við blómum og trøum allastaðni. Arbeiðsmegin í Tailandi er bílig, tí eru nógv starvsfólk til at halda alt reint og flott.


At alt er so bíligt í Tailandi, er sjálvandi eisini ein orsøk til, at so nógv fólk ferðast aftur ár eftir ár. Ferðin til Tailands kostar eitt sindur, men tá ein er frammi, er tað so avgjørt nógvar ferðir bíligari at liva har enn í Føroyum. Ein heil familja kann lættliga eta døgurða fyri undir 100 krónur. Klæðir eru sera bílig, og nógv ferðafólk vitja eisini skraddaran, ið seymar klædningar, kjólar og annað fyri ein lítlan penga.


Thailendingar eru ikki bara kendir fyri at vera eitt sera vinarligt og gestablítt fólkaslag, Teir eru eisini víðagitnir fyri sokallaðu "Thaimassaguna", sum fæst á flestu hotellum og strondum fyri umleið 50 krónur. Tá verður allur kroppurin mýktur í hálvanannan tíma. Perfekt aftaná drúgva flúgvitúrin.


Ein av myrkaru síðunum í Tailandi er handilin við kynsligum tænastum. Tað er rættiliga óhugaligt at síggja hvít miðaldrandi mannfólk ganga arm í arm við blaðungu tailendsku genturnar. Men tíbetur tekur tailendski staturin hendan trupulleikan í álvara, og nógvastaðni er hetta virksemið so at siga burtur. Kortini eru nøkur støð eftir, so sum Patong Beach í Phuket og Pattaya, nær við høvuðsstaðin Bangkok. Har fyrigongur framvegis ein umfatandi handil við kynsligum tænastum.


Tailand er eitt stórt land, men ferðafólk vitja mest í sunnara parti av landinum. Størsta oyggin, Phuket, tekur árliga ímóti fimm miljónum av ferðafólkum. Hetta hevur sjálvandi sett síni spor á oynna, men kortini eru enn smáar friðarligar strendur, har stóri hópurin ikki er komin enn.


Fyri tey, sum dáma at snorkla og at kava, er Tailand eitt satt paradís. Oftani nýtist einum bert at svimja nakrar fáar metrar út frá strondini fyri at síggja litfagrar fiskar og onnur dýr á havbotninum.


Vanliga farleiðin til Tailands er fyrst til Bankok, Phuket ella Krabi, fyri síðani at fara víðari út á oyggjarnar. Bankok er ein sera spennandi býur, men er ikki væl egnaður at vitja leingi. Men leggur tú kortini leiðina framvið, átti tú at vitjað "The Grand Palace", ið er eitt gamalt slott við sera flottum bygningum. Ein túrur í ánni, sum rennur gjøgnum Bankok, er eisini ein góð uppliving. Har sær ein beinleiðis inn í stovuna hjá teimum fólkunum, sum búgva í húsum á ánni.


Tailand er eitt kongaríki, og kongurin er sera vælumtóktur. Ferðafólk verða ofta mint á ikki at siga nakað negativt um kongin, tí tað kann fornerma sjálvt hin fittasta theilendaran. Kongurin býr í Bankok, men hevur sítt summarslott í Hua Hin, sum eisini er eitt sera vælumtókt ferðamál hjá norðbúgvum.


Barnavinarligt

Tað er sera gevandi at ferðast við børnum í Tailandi. Børn eru vælkomin allastaðni, og theilendingar verða ongantíð troyttir av at hugtakast av teimum ljóshærdu børnunum. Matstovurnar hava oftani serliga barnamatskráir, og tað er ongin trupulleiki, at fáa tey at kóka nøkur epli til pinkubarnið.


Maturin er annars heldur sterkur. Thailendarir brúka nógv karry, men ikki tað gula, sum vit eru von við. Reytt og grønt karry verður tað rópt, og saman við kokusmjólk gevur tað ein sera góðan smakk. Suppan "Tom kah gai" er eitt dømi uppá hesa væleydnaðu blanding.


Samanlagt ber til at siga, at tað besta við Tailandi júst er hendan góða blandingin av sól, vinarligum fólki, góðum mati, rímiligum prísum og ikki at forgloyma: einari avbera vakrari náttúru.




Góð ferðamál í Tailandi


Phuket

Phuket er størsta og mest vitjaða oyggin í landinum. Kendastu strendurnar liggja á vestursíðuni og eita Karon, Kata og Patong Beach. Eisini eru minni vitjaðar strendur at finna á oynni. Á Phuket er eisini ein stórur altjóða flogvøllur.


Krabi

Sera vakurt øki á fastlandinum. Nógvir kendir filmar eru spældir inn her, millum annað "The Beach" við Leonardo Di Caprio. Kendastu strendurnar eru Aonang Beach og Railay Beach. Beinleiðis flogrutur eru til Krabi.


Koh Lanta

Koh Lanta oyggin liggur í Krabi landslutinum. Oyggin er lítil, men sera vælumtókt millum norðbúgvar. Eitt nú eru tveir svenskir skúlar við barnagørðum á oynni.


Hua Hin

Fyri tey, sum bæði ynskja stórbýarlív, sól og baðistrendur, er Hua Hin eitt gott val. Hua Hin er eitt gamalt, kent ferðamál, har millum annað tailendski kongurin heldur feriu. Býurin liggur nær Bangkok, so til ber at byrja ferðina har, áðrenn leiðin gongur víðari til Hua Hin.




Minst til:


Koppseting: Um tit bert skulu vera í Tailandi í fáar vikur, er nóg mikið við koppseting móti gulsótt til. Um tit eisini ætla tykkum at ferðast runt í landinum, mugu tit eisini hava malariafyribyrgjandi evni.


Pass: Passið skal vera galdandi í seks mánaðir frá tí degi, tit koma til Tailands.


Visum: Norðbúgvar kunnu vera í Tailandi í 30 dagar uttan visum.


Ferðatrygging: Syrgið fyri góðari ferðatrygging. Tosið við tryggingarfelagið, áðrenn tit fara avstað.


Sólin: Sólin er sera sterk í Tailandi. Brúkið sólkrem við verju 30-40 og smyrjið tykkum inn fleiri ferðir um dagin.


Búkurin: Sum í øllum tropiskum londum er vandi móti búkilsku. Ein flótandi koppseting fæst móti búkilsku, og eisini ber til at taka asidofilustablettir hvønn dag á ferðini. Bestu ráðini eru tó at vaska hendurnar væl og ofta, og ikki eta ráan mat og ókókað vatn. Ikki drekka vatnið í krananum.