VHF skipanin betrað

Í longri tíð hevur verið arbeitt við at betra um trygdina á sjógvi og landið. Krøvini innan trygd gerast alsamt størri, og nú hevur MRCC Tórshavn tikið avleiðingarnar av hesum

Í hesum døgum verður seinasta hond lagd á AIS skipanina, sum kann fylgja øllum skipum og bátum í VHF økinum. Eisini verður VHF sendinetið útbygd, tí serliga í norðaru økjunum hevur illa borið til at nýta VHF, og tað kann skapa stórar trupulleikar.


Fýra nýggjar støðir

Í kanning frá 2006 kemur fram at nøkur økir í landinum ikki hava nóg gott samband til VHF. Sambært kanningini, sum Føroya Tele hevur gjørt, fæst mest burturúr, um fýra nýggja støðir verða gjørdar. Á Eiðiskollið, á Slættafjallið og á Hálsinum, samstundis sum støðin á Húsareyni skal flytast niðan á Støðlafjall.

Tað er henda broyting, ið verður gjørd í løtuni, og tá alt er liðugt, verður møguligt at nýta VHF í umleið 98 prosentum av Føroyska sjóøkinum.

Frá MRCC Tórshavn sigur Robert Olsen, at hetta er ein útbygging nógv hava ynskt leingi, og at vaksandi krøvini um trygd eru atvoldin til hetta.


AIS

Automatic Identification System er skipan, har til ber at síggja hvar øll skip í føroyskum sjóøkið eru. Henda skipan hevur somuleiðis verið ávegis í nakað av tíð, men er enn ikki komin heilt undir land. Til hesa skipan skulu nakrar broytingar gerast, og summar av hesum verða í løtuni gjørdar.

Broytingarnar, ið verða gjørdar, eru at nýggj tøkni skal leggjast inn í allar núverandi og í tær nýggju VHF støðirnar, fyri at tað skal kunna bera til at fylgja við, hvar skip og bátar eru.


Ein gamal trupulleiki

Vantandi VHF samband hevur verið ein trupulleiki í longri tíð millum oyggjarnar. Serliga Sundalagið og Vesmannasund hava havt vánaligt VHF samband, og onkuntíð hevur verið nær við, at tað er vorði vandamikið.

- Vit vóru við Borðina, tá vit hoyrdu hann, tað var Norðan, sum var uppsteðgaður í Djúpunum og vit vóru einasti bátur sum hoyrdi hann. Løgi tá mann hugsar um allar hinar bátarnar, sum vóru har, at vit, sum vóru so langt burturi, vóru einasti báturin, sum hoyrdu hann, sigur Eyðólvur Vang, sum er skipari á Kallanesi.

Hann leggur afturat, at í Djúpunum og øðrum økjum er vónleyst at nýta VHF skipanina, tí har er onki samband.

Nú er bati ávegis, men Torbjørn Jacobsen, fyrrverandi fiskimálaráðharri, vildi ikki úttala seg um eitt mál, hann veit so lítið um, tá hann varð spurdur hví onki er loyst í málinum fyrr enn nú.