Viðfestisvognur stolin í Havn

Løgreglan eftirlýsir í dag ein gráan viðfestisvogn, sum bleiv stolin í Havn mánanáttina. Av løgreglustøðini verður sagt, at nógv virði er í viðfestisvogninum.

Eisini verður sagt, at sjálvur viðfestisvognurin hevur stórt virði.

Skrásetingar nummarið er DF019, og er vognurin fyltur við stiladsum.

Vognurin er seinast sæddur mánadagin klokkan 17.00 uttanfyri Lützenstrøð nummar fýra í Havn, har hann stóð parkeraður.

Tey, ið hava sæð vognin verða biðin um at seta seg í samband við politiið í Havn á telefon nummar 351448.