Ráðstevna
Landsstýrismaðurin við heilsumálum er bjartskygdur, tá hann tosar um viðgerð av krabbasjúkum í Føroyum.
Bill Justinussen, landsstýrismaður við familju- og heilsumálum, setti í gjár ráðstevnuna um krabbasjúkur, sum hildin varð í Norðurlandahúsinum í samband við, at tað eru liðin 10 ár, síðan Onkologiskt Ambulatorii fór at virka í Føroyum.
Stóri salurin í Norðurlandahúsinum var at kalla fullsettur av fólki, sum komið var at lýða á tað, sum fór at verða borið fram. Ráðstevnan vardi allan dagin, og var meginparturin av skránni settur við ymsum fakligum fyrilestrum, sum hava við krabbameinssjúku og viðgerð at gera. Eisini varð sagt frá Føroya Felag móti Krabbameini, eins og ein sjúklingur, sum lektur er, fór at siga frá síni søgu.
Fyrilestrahaldarar vóru komnir bæði úr Danmark og Íslandi, eins og eisini fleiri føroyingar vóru millum teirra, sum høvdu orðið.
Ráðstevnan byrjaði við, at formaðurin í Føroya Felag móti Krabbameini, Jákup N. Olsen, beyð vælkomin.
Hann fegnaðist um tann møguleika, føroyingar fingu at fáa viðgerð heima í Føroyum og vísti á tann týdning, tað hevur fyri sjúklingin at kunna verða verandi í kendum umhvørvi.
Eftir at Jákup Olsen hevði boðið vælkomin, fekk Bill Justinussen, landsstýrismaður, orðið til at seta ráðstevnuna.
?Tryggjast má alla tíðina, at góðskan í viðgerðini er í lagi, segði Bill Justinussen millum annað.
Og tað metti Bill Justinussen, at hon í løtuni er, samstundis sum hann fegnaðist um, at tað nú ber til at fáa partar av viðgerðini í Føroyum. Og hann segði seg vera bjartskygdan, tá hann hugsaði um framtíðina. Hann hugsaði serliga um telemedecinska viðgerð, segði landsstýrismaðurin.
Eisini fegnaðist landsstýrimaðurin um avtaluna við Ríkissjúkrahúsið, sum eigur at haldast viðlíka og helst útbyggjast.
Bill Justinussen nýtti ein stóran part av røðu síni til at tosa um hospice, sum hann metti vera av stórum týdningi, tá onnur viðgerð var uppgivin.
Og tað tykist, sum brúk er fyri hospice í Føroyum, tá ein hoyrir tølini, Bill Justinussen nevndi. Hann segði, at hvørt ár doyggja umleið 100 føroyingar av krabbameini, umframt at 150 til 200 nýgggir tilburðir verða staðfestir árliga .