Uppskotið hjá Høgna Hoydal og Kára á Rógvi um at seta eina §25 nevnd at viðgera embætisførsluna hjá Bjarna Djurholm og Jacob Vestergaard er fyri í Tinginum seinnapartin. Seinnapartin í dag varð fyrsta viðgerð av tingmáli, har allir flokkar á Tingi uttan Fólkaflokkurin seta fram uppskot um ein §25 nevnd at viðgera embætisførsluna hjá Bjarna Djurholm, fyrrverandi landsstýrismanni í Vinnumálum, og Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismanni í Innlendismálum.
Tað eru Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, og Kári á Rógvi, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, sum eru uppskotsstillarar, men fimm flokkar á Tingi hava skrivað undir uppskotið.
Tað er sonevnda grannskoðaramálið, ið hevur ført til §25 nevdina, og allir flokkar eru samdir um, at talan er um eitt álvarsmál.
Eisini framsøgumaðurin hjá Fólkaflokkinum, Jákup Mikkelsen, segði málið vera álvarsamt, men hann vísti á, at flokkurin fekk ikki neyðugt stundirnar at viðgera málið, og at tað var orsøkin til, at Fólkaflokkurin sum einasti flokkur ikki hevði skrivað undir uppskotið.
Jákup Mikkelsen vísti eisini á, at tað er ógvuliga ivasamt, um tað slepst víðari í málinum eftir at tað er kannað, tí eingin heimild finst at seta fram ákærur móti teimum báðum fyrrverandi landsstýrismonnunum.
Hann segði, at tað hevði verið munandi skilabetri at sett eina §19 nevnd at kanna málið, tí rættargangslógin ikki gevur heimilod at ákæra teir báðar, Bjarna Djurholm og Jacob Vestergaard.
Uppskotið er sett fram av fimm flokkum á Tingi, og tí er eingin ivi um, at tað verður samtykt.