Við jøvnum millumbilum er eldur í við Áir

Signheðin Davidsen, deildarleiðari Vinnuháskúlin-Trygdardepilin



Nú tingskeiðið er farið at halla, eru løgtingsmenn og –kvinna í norðstreym, byrja at avreiða burturav virkseminum í valdøminum.

Tað er tíðum at hoyra, at landstýrið hevur sett arbeiðsbólk til hetta og hatta, men ikki verður altíð lurtað so nógv eftir tí sum serfrøðingarnir siga, kanska beint tvørturímóti.

Í fundarfrágreiðing hjá mentanarnevnd løgtingsins viðv.: Ummæli frá mentanarnevndini
Sambært § 24, stk. 3 í tingskipanini í løgtingsmáli nr. 1-1/2006: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2007

Við skrivi, dagfest 6. oktober 2006, hevur fíggjarnevndin biðið mentanarnevndina um at ummæla § 7 í fíggjarlógini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 10., 17. og 20. oktober 2006.

Sitat úr fundarfrágreiðingini: Nú tað røkist fyri, at Trygdarmiðstøðin í Klaksvík skal útbyggjast, mælir nevndin til, at Brandskúlin við Áir verður lagdur saman við Trygdarmiðstøðini, og at økið samstundis verður flutt til landsstýrismannin í fiskivinnumálum. Eisini heldur nevndin, at ítøkilig stig eiga at verða tikin til at varðveita Hvalastøðina við Áir sum savn, og at Náttúrgripasavnið verður lagt saman við hesum. Samstundis eigur økið at verða flutt aftur til landsstýrismannin í mentamálum.

Her eru tvey mál, brandskúlin og hvalastøðin.

Fyrst brandskúlin. Torbjørn Jacobsen, sum er limur í mentanarnevndini, setti í 1999, meðan hann var landsstýrismaður í mentamálum, ein arbeiðsbólk við málsetninginum: Hvussu karmarnir um trygdar- og eldsløkkiútbúgvingar kunnu samskipast.

Álitið, sum var liðugt gott tvey ár seinri dagfest. 17. september 2001, er ov rúgvismikið at gjøgnumganga út í æsir her, men niðurstøðan er greið. Tað er bæði betri og bíligari at byggja við Áir. Kostnaðurin í 2001 varð mettur til:

Trygdardepil:Full skipan
í KlaksvíkFull skipan
við ÁirAvmarka skipan í KlaksvíkBygningar v.m.:kr 48.317.500kr 32.125.500kr 34.930.500Leiga av øki pr. ár:kr 381.000kr 254.000kr 254.000Fermetrar øki:30.000 m220.000 m220.000 m2
Sum kostnaðarmetingin vísir, er tað o. u. 50 % bíligari at byggja við Áir.

Sambært Norðlýsinum sigur Bjørn Kalsø landstýrismaður, at kostnaðurin nú er komin niður á
kr 16.000.000., nú bygggjast skal í Klaksvík.

Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita frá landstýrismanninum í fiskivinnumálum:
Hevur Bjørn Kalsø landstýrismaður lisið álitið frá 2001?
Um so er, hví verður tað ikki tikið til eftirtektar?
Hvør hevur gjørt hesar nýggju útrokningar?
Hvat er við í nýggju kostnaðarmetingini?
Hvat vísir kostnaðarmetingin fyri hetta sama projekt við Áir?

Brandvenjingarstøðin, sum tað tá nevndist, og sum Føroya sjómansskúli og Føroya maskinskúli settu á stovn, byrjaði sítt virksemi við Áir í 1978. Í 1982 varð sama virksemi skipa sum sjálvsognarstovnur, undir heitinum Føroya brandskúli.
Eftir ynski frá Mentamálaráðnum, var sjálvsognarstovnurin Føroya brandskúli avtikin og virksemi lagt undir Maskinmeistaraskúlan tann: 1. januar 2004. Men landstýrismaðurin í mentamálum vildi hava enn færri stovnar, og vórðu sum flestum kunnugt Føroya sjómansskúli og Maskinmeistaraskúlin samanlagdir, við heitinum Vinnuháskúlin.
Tað má tí tykjast løgið, at sami landsstýrismaður, sambært Norðlýsinum, nú ætlar at pilka Vinnuháskúlan sunduraftur og flyta virksemi undir ein annan hatt, sum liggur undir Fiskimálaráðnum.
Tað sum heldur ikki sampakkar er, at Mentamálaráðið, ið annars varar av allari undirvísing, flytur ein undirvísingarpart til Fiskimálaráðið.

Tað harmar meg sum norðstreymoying almikið, tá eg síggi hvør mannar mentanarnevndina og hava viðmælt at flyta virksemi frá Áunum til Klaksvíkar.
Allir tríggir løgtingslimirnir í norðstreym; Olav Enomoto, Heidi Petersen og Heðin Zachariasen, sum enntá er borgarstjóri í Sunda kommunu, hava undirskrivað fundarfrágreiðingina.
Tað hevði ikki komi upp á tal, at tingmenn í norðoyggjum høvdu gjørt tað sama ímóti sínum valdømi.

Hvalastøðin. Undirritaði tosaði nakað herfyri við fólk, sum var áhugað í at varveita hvalastøðina sum savn. Hesin meinti, at so mátti brandskúlin burtur, tí eitt savn kann ikki liva við øllum roykinum, varð sagt.
Um hetta er orsøkin til illviljan frá okkara fólkavaldu, veit eg ikki, men roykurin verður neyvan stórt ørvísi, um kynt verður á Borðoyarvík, tætt uppat íbúðar- og miðstaðarøki. Veit heldur ikki, hvat klaksvíkingar siga til tað, neyvan verða øll glað.

Fyri at gera ein langan hurlivasa stuttan, kann ásannast. Landstýrið hevur í 2001 goldið einum verkfrøðingavirkið fyri at gera kanningar um, hvar frægast er at byggja framtíðar trygdardepil. Um yvirvaldið ikki fekk tað úrslit, sum væntað, skal vera ósagt. Men nú fimm ár seinri er eftir øllum at døma ætlanin hjá Menta- og Fiskimálaráðnum at gera beint ímóti tí, sum álitið sigur.