Viðmæli: Ikki fyri sartar sálir

Melissa Panarello,
Cento colpi di spazzola prima di andare a dormire
Umsett Grethe Bonde,
100 tag med hårbørsten før sengetid,
Forlaget Ries, 2003.

Ingrid Bjarnastein
?????????

100 tag med hårbørsten før sengetid er skrivað í dagbókaformi, og ungi italienski rithøvundurin er bert 14 ára gomul, tá hon byrjar at skriva. Og kanska hetta er tað mest merkisverda, tí bókin snýr seg um, hvussu tann unga gentan lærir sín kropp, sín hug og sín seksualitet at kenna. Bókin hevur verið slóðbrótandi í stranga katólska samfelagnum í Italia. Eitt nú hevur verið nevnt fleiri ferðir, at gentan sat í garaguni og skrivaði hana, tí foreldrini vildu ikki hava eina teldu inn í húsið.
Ósmæðið fortelur hon um eyðmýkingar, fragdir, lystir, royndir, og um hvussu hon veksur frá at vera ein óvitandi, keddur tannáringur til eina unga og kanska enntá glaða kvinnu.
Um ein er eitt sindur sartur, er helst best at lata bókina verða standandi á hillini í bókhandlinum. Tað verður nevniliga ikki spart uppá tær erotisku hendingarnar, sum til tíðir kunnu gerast grovar, ótespiligar og smakleysar.
Avgjørt ein ungdómsbók í betra endanum, sum fangar frá fyrstu síðu. Men hon er avgjørt bert fyri tey, ið kunnu tola tað.