Viðmerking og fyrispurningur

Viðmerking og fyrispurningur til blaðgrein í Sosialinum nn 18.7.1998, við yvirskriftini Stovna nýtt landsfelag.

Tá sagt verður hvussu ódemokratiskt Føroya Handverkarafelag (F.H.F.) er, citat: »Tað tók okkum tvey ár, bara at verða leysir av teimum«, citat slutt, fari eg at loyva mær at seta henda fyrispurning til Havnar Handverkarafelag (H. H.) ella Sosialin, tað átti at ligið á Sosialinum at borið sonn tíðindi.

Nær hevur H. H. sagt limaskapin upp, um tað tók 2 ár at vera leysir av F.H.F.? Hví siga limaskapin upp?

Eitt annað citat: »Eitt nú føldi H. H. seg álvarsliga undirumboða á aðalfundi hjá F. H.«, citat flutt.

Hvørjum aðalfundi? Og hvat snúði atkvøðugreiðslan seg um?

Egoisma?

Um eg ikki fari heilt skeivur, varð nýggj nevnd vald í H. H. á aðalfundi uml. 24. februar 1997 tvs., tað vera ikki 2 ár síðani, fyrr enn februar 1999.

Muna vit lítið saman, muna vit minni sundur.

Samanhald gevur styrki.

Við fakfelagskvøðu.


Skála Handverkarafelag

Harald Østerø