Viðmerking til Dag og Viku

Fleiri ellis- og røktarheimspláss ? ja ongantíð ov skjótt

 

Einki er at bíða eftir, men tað skulu pengar til. Skulu vit nøkta tørvin á ellis- og røktarheimsplássum, so kostar tann íløgan uml. 300 milliónir krónur ? og tað fer at kosta uml. 100 milliónir krónur meira í rakstri um árið. Hetta er tað, tað kostar. Og tað er meiri enn tað dupulta av tí, sum vit játta til røktarheimsøkið í dag.

Politikkur er eitt val. Vit velja at skerja blokkin við 400 milliónum longu komandi ár. Samgongan hevur ætlanir um at seta hol á ein undirsjóvartunnil afturat longu næsta ár, og aðrar stórar íløguætlanir eru settar út í kortið. Tað má og skal ein umprioritering til.

Flest øll kenna mína støðu. Íløgur í viðurskiftini hjá teimum gomlu, sum hava lagt lunnar undir samfelagið Føroyar í dag, skulu veljast fram um. Vit skulu bíða við teimum stóru íløgunum til vit ikki longur skammast um tey viðurskifti, sum vit bjóða okkara veikastu. Tað ber saktans til, og tað hevði tænt okkum til heiðurs. Og hetta skal vera mítt uppskot.

Vit eiga at byggja røktarheimspláss fyri 200 milliónir tey næstu 5 árini. Tað er 40 milliónir um árið. Tað átti ikki at tikið samfelagsbúskapin av fótum. So mugu vit heldur lata onkra aðra skínandi íløgu úr stáli ella beton bíða.

Tíbetur hava kommunurnar sýnt ábyrgd seinnu árini, og í felag hava vit fingið fleiri sambýli sett á stovn hesi seinastu árini. Og Heimarøktin hevur gjørt eitt stórt arbeiði, soleiðis at búfólkini á sambýlunum hava tað gott. Vit hava útvegað eini 50-60 nýggj pláss hjá eldri fólkum at flyta inn á sambýlir kring allar Føroyar, og ellisheimið og sambýlini á Sandoy eru upplatin. Og tað er samtykt at byggja eitt nýtt ellisheim í Sundalagnum.

So tað er ikki rætt at siga, at einki er hent.