Á forsíðuni á Oyggjatíðindi mikudagin 05.07.2000 er grein um Heðin Arge Jensen og hansara »Black mailan« av føroyskum tónleikabólkum. Í hesi grein nýtur Oyggjatíðindi eina dulnevnda keldu úr føroyska tónleikaheiminum. Í samrøðu við blaðið nevnur Heðin Arge Jensen meg, Niels Una Dam, sum ein sum kanska kennur seg snýttan. Hetta fær tað at tykjast, sum um eg eri tann dulnevnda keldan.
Eg vil tí gera greitt, at eg ikki eri keldan til hesa grein. Um eg ætli mær at finnast at Heðin Arge Jensen í fjølmiðlunum verður tað ikki dulnevnt. Eg aldi lítið um fjølmiðlar, ið lata dulnevnd fólk hanga navngivin fólk út. Slíkar fjølmiðlar vildi eg helst sloppið undan at verða settur í samband við.
Vinarliga
Niels Uni Dam
Dalslandsgade 8, J-802
2300 Keypmannahavn SÍ Leipzig økinum búgva hálv onnur millión, og øll liðini, sum teir høvdu við í kappingini, eru langt síðani send til hús, staðfestir føroyski venjarin, og tað sær út til, at tey aðra staðni í Týskalandi halda tað sama sum hann. Fyri ungu menninar verður møguliga ferðin til Køln komandi ár ein stór gularót. Tað er einki at ivast í!
Uttan mun til hvussu tað gekk seinnapartin í gjár, so kemur føroyska liðið aftur til Føroya í morgin. Semifinlurnar og finalan verða spæld í dag.
jh