Viðmerking til opið bræv hjá Beintu í Jákupstovu

Tað undrar okkum almikið at lesa opið bræv til landsstýrismannin í uttanríkismálum, landsstýrismannin í vinnumálum og Smyril Line, frá Beintu í Jákupstovu, har partur av fyrispurninginum er, um landsstýrið hevur ætlanir um at seta Smyril í uttanlandssigling, meðan flogferðslan er tarnað av øskurokinum.

Tað er okkum púra óskiljandi, at hesin spurningur yvirhøvur verður settur, tá ikki verður víst til nakra ítøkiliga bráfengisstøðu ella vanlukku, sum kundi grundgivið fyri, hví hetta kundi verið neyðugt, men víst til at fólk ikki sleppur til arbeiðis. Sjálvandi er hetta óheppi, tað eru øll óiva samd í, men hvussu skulu suðringar so røkja síni arbeiðsørindi, ja tað er tað onki boð uppá.
Smyril er einasta farleið hjá suðringum, og fara vit undir ongum umstøðum at góðtaka, at henda farleið á nakran hátt verður skerd. Eins og fólk ferðast við Smyrli í arbeiðsørindum, læknaørindum, útbúgvingarørindum o.s.fr., so er Smyril ein sera týðand partur fyri vinnulívið í oynni, so neiligu avleiðingarnar av at taka Smyril úr sigling kunnu neyvan yvirmetast.
Sjálvsagt hava fólk í einum nýmtímans samfelag tørv á samferðslu út í heim, eisini suðringar, sum mugu ferðast innanoyggja fyrst.
Tíbetur sær út til, at flogferðslan so smátt er byrjað aftur, so vónadi loysir hetta seg sjálvt.