Viðmerking til samrøðu fyrrverandi løgtingsmann Fólkafloksins

Jan Müller, blaðmaður hevur í mikudagssosialinum eina samrøðu við fyrrverandi tingmann Fólkafloksins, Birgir Danielsen.

 

Jógvan Mørkøre


Greinin reisir tíverri fleiri týðandi spurningar, enn hon svarar. Flestu teirra átti blaðmaðurin dugað at sett sjálvur. Teir verða av einihvørji orsøk ikki settir, og tí loyvi eg mær at seta teir fram. Fyrst og fremst tí tað í verandi støðu og fyri framtíðina hevur ómetaliga nógv størri áhuga, hvat ið Fólkaflokkurin ætlar og vil standa fyri, enn hvat ið ein fólkaflokslimur heldur um ein samstarvsfelaga í samgonguni.

Greinin sigur m.a., at løgmaður - ein royndur og listinlærdur fólkaflokspolitikari - er drigin eftir hárinum av tí nýggja leiðaranum í tjóðveldisflokkinum á ein hátt, so hann, Fólkaflokkurin, er komin í andsøgn við tað, sum fólkaflokspolitikkur eigur at verða.

Henda í mangar mátar margháttliga lýsing av politisku støðuni í dag skal eg ikki gera viðmerkingar til, men eg vil heldur seta nakrar spurningar, sum mong munnu seta sær. Tá hugsi eg bæði um fólkafloksfólk og onnur við áhuga fyri politikki:

1. Hevur landsstýrið ikki hildið seg til samgonguavtaluna, tá ið tað hevur samráðst við donsku stjórnina?

Málini, ið samgongan her setur sær í sjálvstýrispolitikkinum, er mest av øllum fólkaflokspolitikkur, samanberst tú, hvat ið ymsu sjálvstýrisflokkarnir fóru til val uppá. Tað er ikki sørt, at leiðandi fólkaflokslimir hava breggjað sær av hesum síðani, so eg hugsi ikki, at henda metingin átti at gingið nøkrum í Fólkaflokkinum ov nær.

Hevur landsstýrið ikki hildið seg til samgonguskjalið, so skilji eg væl, at fólkaflokslimir ilskast. Men kortini, hetta skuldi so verið eitt innanhýsismál, har flokkurin býður egna løgmann sín at halda seg til ta kós, flokkurin hevur stungið út.

Birgir Danielsen kemur als ikki inn á samgonguskjalið og heldur ikki inn á valuppleggið, har Fólkaflokkurin í lítlum bóklingi í fáum og greiðum orðum legði fram, hvussu hann vildi skipa viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Tað er so framvegis tað, ið Fólkaflokkurin borðreiðir við á alnótini, hyggur tú har.

Lesur tú tað, ið Fólkaflokkurin hevur sett sær fyri at fremja, og samanberst við tað, ið Birgir Danielsen sigur í samrøðuni, undrast tú á. Tak t.d. hesi orðini hjá Birgi Danielsen, soleiðis sum hann verður endurgivin í samrøðugreinini:

"Mítt boð og helst boðið hjá mongum øðrum við ...... er at seta eina menningarprosess í gongd, hvar vit yvirtaka ávís politisk øki, sum vit eisini gjalda fyri. So mugu vit síggja, hvat vit kunnu gera uppá 15 ár og um vit til ta tíð eru før fyri at taka tað stig, sum leiðslan í Tinganesi vil taka í dag. Hetta er torført at siga, tí tað er tengt at, hvussu vit fara at klára okkum."

Næsti spurningur fylgir næstan av sær sjálvum, tá tú lesur hetta:

2. Er ein meiriluti innan Fólkaflokkin, sum Birgir Danielsen ger seg til talsmann fyri, farin undir at endurskoða tað, flokkurin fór til val uppá í hesum máli?

At tað eru ymiskar áskoðanir innan Fólkaflokkin í hesum viðurskiftum er einki nýtt. Tað var honum í holdið borið, tá ið Vinnuflokkurin og tey, ið saman við Jóannesi Paturssyni fóru úr Sjálvstýrisflokkinum, leitaðu saman og stovnaðu Fólkaflokkin. Tað, sum er áhugavert í verandi støðu og fyri framtíðina, er, hvør áskoðan vinnur og sleppur at mynda flokkin. Sum tað er í løtuni er tað ógjørligt at gera sær eina greiða mynd av, hvat ið Fólkaflokkurin vil í sjálvstýrismálinum.

Vóni, at hesir spurningar kunnu koma meira fram í orðaskiftinum, sum nú fer fram. Annaðhvørt so Birgir Danielsen ella aðrir framstandandi fólkaflokslimir, ið nú leggja til brots fyri at fáa lagt á annan bógv, vilja gera so væl at svara teimum. Ella tíðindafólk vilja fremja almenna orðaskiftið við at hava spurningar av hesum slag fremri, so vit fáa greiðu á, hvat politisku flokkarnir vilja og ætla sær.