Viðmerking til útigongubann

   

Sjálvsagt skulu børn sleppa at folda seg út, men tað nýtist ikki at vera um náttina. Í veruleikanum snýr tað seg um eina hugburðsbroyting, sum tey ungu skjótt høvdu vant seg við

Tað var við speisemunar smíli, at ein kom yvir til mín ein dagin og segði við meg: "Ná, Mark gamli, nú mást tú heldur fara at finna tær eitt annað starv, ha?".
"Hví spurgdi eg púra ovfarin?".
"Jú, nú ætlað tey at seta útigongubann fyri børnum og ungum, og tú ert jú fyriskipari av almennum tiltøkum júst til hendan bólk, ikki so?".
Satt at siga bleiv eg heldur bilsin, tá ið hesin í tí sama vendi sær og fór avstað, tí eg hevði als ikki hugsað soleiðis, tá ið eg las um uppskotið hjá Rúnu Sivertsen, sum hevði staðið í Sosialinum nakrar dagar frammanundan.
Tvørtur ímóti frøddist eg veruliga um, at tað var onkur sum kundi vísa á trupulleikan við at "børn" ganga úti eftir songartíð, bæði gerandisdagar og í vikuskiftunum.
Sjálvandi skulu ung sleppa at útfolda seg, tað kann bert eftir mínum tykki verða mennandi fyri tey. Men eg vil so sanniliga vera við til at undirstrika, at tað nýtist ikki at verða gjørt klokkan 4:00 um morgunin, tað eri eg púra samdur um.
Eisini eri eg samdur í tí, at foreldur tíverri taka ov lítla ábyrgd, tá ið tað snýr seg um fyrrnevndu trupulleikar. Tað skal ikki skiljast sum eitt álop, men bert ein staðfesting, sum eg hóast alt síggi í sambandi við yrki mítt.
Sostatt hevði mítt boð verðið, at ein lóg varð sett í gildi, sum varð galdandi bæði fyri almenn dansistøð og har, ið onki aldursmark er fyri atgongd, at tey støðini lukkaðu klokkan 02:00. Og sjálvandi skuldi tað verðið galdandi kring alt landið.
Samanumtikið er bert talan um eina hugburðsbroyting sum sjálvt tey ungu skjótt høvdu vant seg við. Tí, sum tannáringurin hjá mær segði:
"Eg veit ikki ? eg fari heim, tá ið hini fara ?".